Search
Close this search box.
Eg havi eina mega hysteriska vinkonu, sum ikki altíð hevur verið soleiðis. Nú hevur hon sparkað og sligið meg og tosað aftan fyri ryggin á mær, og eg orki ikki hetta meir. Tað er uml. 5 dagar síðani hon síðst hevur tosa ljótt um meg (ein onnur vinkona segði mær frá). Hvat skal eg gera fyri at sleppa undan hasum fjasinum?

Hatta skal tú ikki finna teg í. Tú skal fara beint til vinkonuna hjá tær og siga sum er, at tú ikki finnur teg í at blíva sligin og sparkað, og at tú gerst ordiliga kedd, tá hon tosar ljótt um teg við onnur. Hetta kann kanska hava við sær, at hon líka hugsar seg um næstu ferð øðin kemur í hana. Tað kann eisini vera, at tað er okkurt í lívinum hjá henni, sum ikki er sum tað skal verða fyri tíðina, og at hon tí reagerar soleiðis. Tað ljóðar sum um tú hevur aðrar vinkonur, so tú hevur onkran annan at tosa og fylgjast við. Kanska kanst tú fylgjast meira við teimum um tú hevur hug til tað? Men sig frá, tá tað er okkurt tú ikki vil finna teg í, og minst til, at fyri tí um vinkonan hjá tær er soleiðis beint nú, so kann hon gott broytast aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…