Search
Close this search box.
Hey hey! Problemið er, eg eri so bangin fyri, at eg kanska eri lebbi? eg tendri uppá gentir og eg eri 17 ár. eg veri 18 um 4 dagar. og eg dámi staduvekk gentir. Fyrr hugdi eg ofta eftir porno á heimasíðuni, men ikki so ofta longur, eg vil gjarna hyggja aftur, men eg havi reint at lati vera. eg vil ikki tendrast av gentum. eg havi dámt nakrar vinir hjá mær, og tær hava skift frammanfyri mær, so hyggji eg altíð eitt sindur og eg tendrist av tí. hvat kann tað vera? kann eg ikki gera okkurt við tað???? Hopi tit hava onkur góð ráð? Takki fyri.

Hey lebbin!
Fyrst vil eg bara siga við teg, at óansæð, hvat tú ert seksuelt, so er tað ongantíð ein trupulleiki í sær sjálvum. Tað kunnu vera trupulleikar í samband við okkara fatan av lesbiskum og bøssum, men at vera tað er hvørki rætt ella skeivt, tað er bara soleiðis, ið summi nú einaferð eru. Eg kann ikki siga tær, um tú ert lesbisk ella ei. Tað finnur tú sjálv út av. Men eg kann kanska hjálpa tær at skilja teg sjálva nakað betur og síggja møguleikar framum forðingar í tíni støðu. Tú sigur rættiliga klárt at tú ikki vilt tendrast av gentum. Hesin hugburður kann blíva rættiliga tungur hjá tær  at ganga við, tí sum oftast stýra vit ikki sjálvi, hvat ið vit tendra uppá. Og um tú alla tíðina heldur ímóti tínum kenslum, tvs hugsar um ikki at tendra uppá gentur, tá tú følir, at tú faktist gert tað, so skapar tú eitt trýst inni í tær sjálvari, sum millum annað ger, at tú tendrar enn meira. Heilt einfalt tí, at tú biðir heilan hugsa um gentur. Og heilin dugir ikki at skilja ímillum, um tú vilt tendrast ella ikki vilt tendrast, hann hugsar bara uppá gentur, tí tú hevur biðið hann um tað. Sum menniskju kunnu vit ikki altíð stýra sjálvi, hvat vit eru til seksuelt. Tey flestu eru heteroseksuell, tvs tit hitt kynið. Og tí heteroseksualitetur líkasum er tað, vit menniskju halda vera tað ”rætta” so nýtast hesi fólkini ikki at hugsa stórvegis meira um tað. Men sjálvt um ein er heteroseksuellur, so kann mann saktans tendra uppá og hava sex við sínum egna kyn. Og so eru tað tey av okkum, sum eru samkynd. Tvs til sítt egna kyn, og tað eru so geikarar og lesbiskar kvinnur. Summi vita bara beinanvegin, tá ið tey koma í pupertetin, at tað er tað, ið tey eru. Og summi kenna seg meira forvirrað í samband við sín seksualitet og vita ikki rættiliga, hvat tey eru. Tey hava brúk fyri meira tíð til at taka eina avgerð og skulu kanska royna nokk so nógv seksuelt, aðrenn tey føla, at tey hava ”funnið” seg sjálvan. Summi siga, at tey eru samkynd og summi siga, at tey hava valt at vera tað, og summi føla, at tey tey eru broytt  og eru blivin tað. Og samkynd kunnu tendra uppá hitt kynið eisini. Tað eru eisini nógv av okkum, sum eru biseksuell. Tvs, at tey føla, at tey eru bæði til sítt egna kyn og til hitt kynið. Tey velja sum oftast at hava ein maka av hinum kyninum og hava so  seksuella samveru við sínum egna kyni eisini. Men tey kunnu saktans liva við einum maka, sum er av sama kyni. Tað velst alt um hvønn tey eru vorðin góður við. Vit kunnu siga, at øll menniskju hava eitt sindur av biseksualiteti í sær, tí vit tendra øll onkursvegna uppá okkara egna kyn eisini. So eru tað summi, sum gera tað meira enn onnur, og summi velja tað fullkomiliga frá, Men kortini er tað har. Tað er altíð lættast at vera heteroseksuellur, tí tá er ein jú ”sum man skal vera”. Men seksuealitetur er so fjølbroyttur. Tað eru ikki nøkur einføld svar uppá, hvat ein er og hví ein er, sum ein er. Tað ræður um at finna fram til ein seksuealitet, ið kennist rættur fyri ein sjálvan og sum ein hevur tað gott við. Og tá ið eg sigi hevur tað gott við meini eg, at ein hvørki er sær sjálvum ella øðrum sálarliga ella kropsliga til ampa. Tað er sera umráðandi, at tú góðtekur tínar kenslur soleiðis, at tú kanst slappa av og finna fram til tann seksualitet, ið kennist rættur fyri teg. Tú ert enn tú við øllum tí góða, ið tú altíð hevur havt í tær, og tú fert helst at trívast nógv betri, tá tú góðtekur teg, sum tú ert.   Tað eru ein rúgva av sokallaðum hetereoseksuellum fólki til, eisini í Føroyum, sum í veruleikanum eru samkynd, men sum ikki vilja kennast við tað. Ofta grundað á fordómar um samkynd og tí, at tey hava eina fatan av, at tey eru ”skeiv” um tey eru samkynd. Av tí sama kenna tey seg misseydnað sum menniskju og hava tað ikki gott. Óansæð hvat tú ert, so hevur tað týdning, at tú góðtekur tað og finnur útav, hvussu tú kanst fáa sum best burtur úr. Tú ert kanska ørkymlað og bangin, og tað skilji eg væl. Men tú hevur einki at vera bangin fyri, tí tú ert akkurát sum tú skalt vera. Tað hjálpir ofta at tosa við fólk, ið hava tað uppá sama máta. Tú kundi eisini tosa við onkran sálarfrøðing ella annað slag av terapeuti, so sum sexolog og psykoterapeut. Hesi fólkini kunnu hjálpa tær væl og fortelja tær meira ítøkiligt, hvat ið tað eru fyri mekanismur, ið eru uppá spæl inni í okkum menniskjum og eisini inni í tær. Tú mást hava tað ordiliga gott og minst til, at tað er heilt vanligt at vera øðrvísi.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…