Search
Close this search box.
Heeey :) Sjeikurin hjá mær er farin til skips , og skal verða vekk í nakrar dagar.Eg leingist bara so forferdiliga nógv .. Eg hugsi ikki um annað enn hann .. eg gráti næstan allatíð ..   Eg leingist bara so illa .. tíðin gongur so seint, tá man gleðir seg at fáa sjeikin aftur. Hvat skal eg gera fyri at fáa tíðina at ganga skjótt ?

Góða tú, ið leingist!
Tað er ringt at leingjast illa, sjálvt um talan bert er um fáar dagar. Nú er tíð hjá tær at byrja at gleða teg til at hann kemur aftur. Meðan hann er burturstaddur, kanst tú gera ymiskt, sum tú annars ikki gert so ofta, tá hann er hjá tær. T.d. kanst tú vitja vinkonur og onnur, ið tær dámar at vera saman við. Tú kanst eisini brúka meira tíð til teg sjálva, meðan hann er umborð. Tú fert helst at venja teg við, at hann er sjómaður, og vónandi verður tað lættari fyri teg, sum tú venir teg við, at hann ikki altíð er hjá tær. Tað kann henda, at tit fara at hugna tykkum enn betri saman nú, enn áðrenn hann fór til skips.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…