Search
Close this search box.
Eg eri virkuliga skuffa! Sendi eitt bræv inn tá heimasíðan byrjaði og havi ikki fingið svar enn. Hatta vóru spurningar sum meina soooooo nógv fyri meg. Siti her og gráti orki simpulthen ikki meir, eg hati hetta. Og so vil eg líka siga eitt afturat. Gentur sum eru 11-12-13 ár eru bangin fyri okkurt er gali við teimum tí tær ikki hava fingið bróst ella menstrátión enn. Hallooo takið tykkum saman, tit eru bara 11-12-13 ár enn! Eg sýggji handan spurningin konstant og eg verið svøøøk! Eg eri sjálv 14 og havi ikki fingið menstratiónina enn og eri púra fløt um bringuna. Eg verið bara so jaloux. Byebye og skrivið ikki aftur.

Góða Genta
Tú sigur, at tú skrivaði inn tá heimasíðan byrjaði og hevur einki svar fingið enn og tú virkar at vera rætliga óð og kedd um tað. Vit eru sjálvandi hørm um hetta, har kann verða hendur onkru feilur, vit kunnu ikki siga fyri vist hvat. Men tú skrivar ikki hvat Dulnevni tú nýtti og hvat stóð í brævinum, so eg kann ikki kanna um tað liggur á heimasíðuni. Heimasíðan byrjaði 1. febuar 2006, so um tú ikki finnur svarið til brævi hjá tær har, so er tað á ein ella annan hátt blivið vekk hjá okkum og tað er sjálvandi harmuligt.
Eisini skrivar tú at tað vóru spurningar sum meina nógv fyri teg. Tað ivist eg ikki eina løtu í og vil eg heita á teg, um at skriva eina ferð enn um tínar trupuleikar, so fáa vit aftur ein møguleika at svarað tær. Tú er eisini vælkomin at ringja og tosa við okkum ella eisini kanst tú kjatta við okkum tá ráðgevingin hevur opið mánadag og hósdag frá klokkan 14.00 – 22.00.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…