kynsjúkur.
-um tað er fyrstuferð hjá báðum, ber tað tá til at tað er vandi fyri kynsjúkum? hít
-eg fáði ilt tá vit brúka hít. so tað gera vit ikki, men eg taki P-pillar. tað skuldi veri nokk, ha?. men tað verjur ikki mótið kynsjúkum.

Hey ‘lilania’
Tað er gott at tú og sjeikurin verja tykkum!
Og tú hevur púra rætt! – P-pillar verja IKKI móti kynssjúkum, teir verja BARA ímóti at tú verður við barn.
Um hvørki tú ella sjeikurin hjá tær hava verið í song við nøkrum øðrum, er tó eingin vandi fyri at tit smitta hvønn annan við kynssjúkum. Kortini krevur tað, at tit hava fult álit á hvørjum øðrum og at eingin tykkara fer í song við nøkrum øðrum. So um tú ivast, so er altíð frægast at brúka hít saman við p-pillunum.
Nú veit eg ikki um tit hava roynt fleiri sløg av hítum, men munur er á teimum og tí kundu tit roynt ymisk sløg. Royn at brúka hítir, ið eru so ‘vanligar’ sum gjørligt – tvs. ikki brúka hítir við ‘banansmakki’ ella stuttligum litumluktumskapilsum, tí tær kunnu innihalda evni, ið tú ikki tolir so væl.

Góða eydnu við verjuni!
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg