Góða ‘lille mig’
Eg skilji væl, at tú ert ótolin eftir, at vinur tín tekur eina støðu. Tú skrivar, at tú elskar hann, og fegin vilt hava, at tað verða tit bæði. Og sum eg skilji, so veit hann av, hvat tú følir fyri honum. Kanska torir hann ikki at taka stigið heilt út. Tað er flott av honum at hann vísir, at hann veruliga er góður við teg – hann er erligur og vil vera heilt klárur. Tað eigur tú at góðtaka.
Eg hevði roynt at tikið eitt prát við hann, og fortalt honum tað sama, sum tú hevur skrivað til okkara – sagt við hann, at tú ikki tímir at ganga í óvissuni longur, og at tær leingist eftir honum.
Góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin.