Search
Close this search box.
Hey Eg eg havi ikki stórar bobbur, og fái ofta at vita at eg siggji ikki ut at vera15 ár. Eg venji 4 fer um vikuna hondbólt, so eg ætlaði at spyrja um hetta ella at ganga i ov strømmun toppi kundi avirka vøksturin. er tad nakað er kann gera fyri at broyta uppá hetta? Og hvussu nogv ár vaska tær i afturat?

Góða tú,

Takk fyri brævið!

Eg skilji, at hetta fyllur nógv hjá tær. Allir kroppar búnast ymiskt. Fyri summi gongur tað skjótt, fyri onnur gongur tað seint. Í eina tíð kann tað kennast sum einki hendir, og so knappliga hendir okkurt skjótt. Tað er ikki nakað, tú sjálv kanst gera fyri at ávirka hetta. Vit hoyra frá nógvum gentum, sum eru ósikkrar um teirra búning. Tað vísir seg, at tað er líka ørkymlandi, at vera tann fyrsta sum fær bringu, sum at vera tann seinasta sum fær bringu.

Støddin á bringuni er sera ymisk frá gentu til gentu. Støddin avhongur av feittprosenti á kroppinum og av arvaligum genum. Eitt nú fáa gentur oftani somu stødd bringu, sum mammur teirra. Tað er ikki altíð soleiðis, men oftani. Tú kanst hyggja eftir kvinnunum í familjuni hjá mammu tíni, og vita um tær líkjast. Tað kann geva tær eina mynd av, hvussu tú kanska fer at síggja út – men sum sagt, tað er ikki altíð at døtur líkast mammum sínum. Ein góð venjing er, at fara í svimjihøllina og síggja hvussu ymiskir kropparnir eru hjá øllum.

Hvussu kroppurin búnast er ikki nakað vit sjálvi kunnu gera so nógv við. Tú er enn í vøkstri og tín bringa kann vaksa til tú verður umleið 19 ár. Summar gentur dáma væl at brúka push-up bh. Tað kann geva eyka fyllu, kanska hevur tú hug til at royna tað?

Eg vil ráða tær til at tosa við mammu tína um tínar tankar um tína kropsligu búning. So kann mamma tín fortelja tær um hvussu hennara bringa og kroppur búnaðist. Eg veit gott, at tað kann vera trupult at tosa við síni foreldur um ting, sum hava við kropsliga búning at gera, sum til dømis stødd á bringu og menstruatión. Tú kanst eitt nú vísa henni hetta brævið, kanska tað ger tað lættari at seta hol á prátið.

So hugsi eg líka at siga við teg, at tað er ikki øll, sum halda at stórar bringur eru flottar – tað eru líka nógv sum halda at lítlar bringur eru flottar. Tað er so ymist hvat vit halda er pent – og tað er gott 🙂

Til seinast vil eg siga við teg, at allir fólkaskúlar hava eina heilsusjúkrasystir. Tær vita alt um hvussu kroppurin búnast. Tú kanst eisini fáa eitt gott prát við tína heilsusystur um hetta evnið. Tær plaga at hava eina fasta tíð á skúlanum, har næmingar kunnu koma forbí. Um tú ivast nær tað er, so kanst tú fara inn á skúlakontóri ella spyrja ein lærara, um nær hon er tøk.

Um tú følir at hetta ikki svaraði tínum spurningi, so ert tú vælkomin at skriva aftur ella ringja til 116 111 – tað er ókeypis og tú ert dulnevnd.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…