Search
Close this search box.
Hey hey. Tað sum eg hugsi um ofta er ( Hví mín har niðri er so lítil) tað ger meg keddan! Finst nakað sum kann gera hann stóran?

Hey Lítli
Takk fyri brævið, sum er ógvuliga viðkomandi. Tað eru nógv mannfólk sum ganga við somu tankum sum tú. Faktiskt so vísa kanningar, at flestu mannfólk halda at tey hava lítlan penis, so tú ert ikki einsamallur. Ja, flestu okkara eru eisini ónøgd við okkurt á kroppinum.
Tað finst einki sum kann gera at ein penis verður størri. Á alnótini verður dúgliga reklamerað við ymsum, sum kann gera penis størri, men tað vísir seg, at hesar metodur virka ikki. So tú noyðist nokk at arbeiða við at góðtaka tína útsjónd. Eg vil tó ráða tær til at fokusera uppá teir partarnar av kroppinum hjá tær, sum tú ert nøgdur við! Inni á Eg & Lívið undir teiginum kynslív kanst tú lesa um penis longdir og ymiskt annað um kynslív.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…