Hey “Lívið”
Tá eg fái sovorin brøv sum títt, siti eg altíð og hugsi um, hvat er tað serliga tú heldur er keðiligt.
Har hugsi eg um tað altíð hevur verið rotið ella um nakað er hent í seinastuni, sum ger lívið keðiligt.
Royn og hugsa um nær lívið hevur verið gott, nær tú varð glaður seinast, hví varð tú tað tá?
Alt í lívinum gongur upp og niður, man hevur góðar dagar og ringar dagar. Men tað kann hava stóran tydning at finna út av hvat tað er sum ger, at lívið til tíðir er keðiligt. Tá tú ert ungur, eru nógvar kenslur og spurningar sum ikki eru svaraðir og tað kann tí vera ringt at finna útav lívinum.
Tú spyr hvat tú skal gera fyri at hugsa meira positivt – royn hvønn dag at gleða teg yvir okkurt, royn at finna positiv ting í dagligdegnum. Smálutir telja eisini við, til dømis bara tað at tað ikki regnar, at tú hevur gjørt skúlating, at døgurðin smakkaði væl. Ella royn at hugsa stórt, set tær nøkur mál fyri dagin og hugsa so um kvøldi hvat var gott akkurát henda dagin. Sig við teg sjálvan at tú tímur ikki at hugsa negativt og fell ikki í fátt um tað ikki riggar beinanveg.
Tú ert vælkomin at skriva til okkara aftur um tú ikki fært tað betur, tí summa tíðir skal man hava serkøna hjálp fyri at koma víðari í lívinum.
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin