Góða tú!
Tað ljóðar sum tú ert í eini ómetaligari svárari støðu og hevur nógv í tonkunum. Tú ert við at verða tannáringur, og nógvar broytingar finna stað. Tað kunnu vera broytingar við hormonunum, nú tú møguliga ert byrjað at koma í pupertetin.
Tað kann ávirka humørið og sjálvsálitið, og tað ávirkar ofta eisini útsjóndina. Húðin kann vera trupul at fáast við hesi árini, men tað fer helst at batna so við og við. Tað er møguligt hjá tær at fara til lækna at spyrja um hjálp. Tað ber til at fáa krem og ella heilivág til ringa húð.
Vinarløg og sambandið við foreldur kunnu eisini ávirkast, tá ein verður tannáringur. Tað eru ikki øll foreldur, ið skilja so væl sínar tannáringar. Tað merkir tó ikki, at foreldrini ikki eru góð við sínar tannáringar og vilja teimum tað besta. Um tú hevur ADHD kunnu hesar broytingar frá at vera barn og til at blíva tannáringur virka enn tyngri enn hjá einum, sum ikki hevur ADHD.
Tað, sum tú fortelur um fosturpápa tín, er fyrst og fremst kropsligur harðskapur, sum bæði er revsivert og sera álvarsligt. Eingin hevur loyvi at sláa teg ella nakað annað barn. Haraftrat er talan um sálarligan harðskap, sum eisini er sera skaðiligt fyri øll at uppliva, og serliga skaðiligt fyri børn. Tað at tey, sum tú hevur tosað við um tað ikki trúgva tær, ger støðuna enn verri. Men tað er ein vón fyri framman! Tað eru onnur vaksin, ið hava skyldu at hjálpa tær, m.a. heilsufrøðingurin í skúlanum ella Barnaverndartænastan í tí økinum, har tú býrt. Tú kanst venda tær til tey og greiða frá tínari støðu. Um tað er ringt hjá tær at greiða frá, kanst tú vísa teimum hetta brævið. Tú ert eisini vælkomin at venda tær til okkara ráðgeving umvegis kjatt ella telefon.
Vónandi fært tú gagn av svarinum.
Ansa væl eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin