Spurnarkassin: Genta, 19 ár spyr

LOL & LOLLARI???

Spurningur:

Hvat petíðir : LOL ???
og hvat petíðir : LOLLARI ???

... Tað vil eg also gjarna vita !! Hey 'LOL og LOLLARI' 'LOL' er kjattmál og er ein stytting fyri ensku orðingina 'Laughing Out Loud' – 
á føroyskum merkir tað 'Flenni hart' – ella 'Hatta var stuttligt'.



Svar:

LOLLARI’ er ikki ein vanlig altjóða kjattorðing, men eftir at hava leita okkum
ráð hjá royndum kjattarum, gita vit, at ‘LOLLARI’ er ein stigbending av ‘LOL’,
og merkir ‘Flenni UPPAFTUR harðari’ – ella ‘Hatta var UPPAFTUR stuttligari’
(t.d. hatta er uppaftur stuttligari enn okkurt annað).

Tað er ikki bara sum at siga tað, at skilja allar styttingarnar tá ein kjattar –
í øllum førum ikki at byrja við. Men tað gongur ofta skjótt at koma inn í málið.
Og áðrenn ein veit av, brúkar ein orðingarnar í gerandistalu – ella, sum
kjattarin hevði sagt: ‘IRL’ (In Real Life;)

Vónandi hugnar tú tær úti á kjattinum – og minnist til at hugsa teg um og varða
teg fyri óargakroppum, ið kunnu verða online.