Tú hevur fyrr fingið svar frá okkum. Vónandi var okkurt í tí svarinum tú kundi brúka. At tú hatar títt lív, og at sjálvmorð stendur í tínum huga, er ikki gott, og er eitt tekin um at tú ert í eini ótrúliga truplari støðu. Tó skalt tú vita, at líka mikið hvat hendir rundan um teg, hevur tú rætt til at liva og hava eitt gott lív.
So er tað spurningurin um rættargongdina, ið tú gert tær tankar um. Um so er, at pápin tín fer at krevja at síggja teg, tí tit ikki búgva saman, so hevur hann rætt til tað. Øll foreldur hava rætt til at síggja síni børn við jøvnum millumbili. Men um so er, at foreldrini hjá tær ikki semjast um hvussu og nær hann skal síggja teg, er tað Ríkisumboðið, ið kemur uppí leikin. Men tað er ikki tað sama sum ein rættargongd. Pápi tín skal søkja Ríkisumboðið fyri at fáa samveru við teg. Áðrenn nøkur avgerð verur tikin, verður millum annað tosað við teg um tína áskoðan, og hvat tú vilt. Tá er umráðandi hjá tær at siga hvat tú hugsar um støðuna hjá tær, og hvat tú ert bangin um. Hetta er ikki tað sama, sum at tað er tín avgerð, um pápi tín skal síggja teg ella ikki. Tann, ið fer at tosa við teg, er vanur at tosa við børn og ung. Um avgerð verður tikin um, at pápi tín skal skal síggja teg, kann eisini avgerð verða tikin um, at onkur vaksin skal verða hjá.
Vit fara eisini at siga við teg, at tú eigur ikki at verða einsamøll við tínum trupulleikum og tonkum. Gott hevði verið, um tú til dømis tosaði við heilsusystrina í skúlanum. Ella kanska er tað onkur annar vaksin, ið kundi hjálpt tær.
Alt tað besta og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin