Search
Close this search box.
Hey tit. eg havi eitt stórt problem!! Óansæð hvat eg geri, ella hvar eg eri, so hava fólk okkurt ímóti mær. Tey kunnu ikki góðtakað meg sum eg eri. og eg eri við at fáa nokk. tey hava koyrt meg so langt niður, og eg veit ikki hvat eg skal gera! havi tosa við nógv vaksin um hetta, og tey hava tosa við tey sum eru soleiðis mótur mær, men tað hjálpur ikki! havi eisini tosa við vaksin um alt, hvussu eg følið tað osv. men einki hjálpur. eg eri bara føst, og tað følist sum at tað má bara vera soleiðis. tað hevur verið soleiðis í skjótt 3 ár, og eg havi fingið nokk! eg eri so einsamøll, og tað er so keðiligt. hopi tit kunnu geva mær onkur ráð ella okkurt. og lat vera og sig at eg skal tosa við onkran um tað td. psykolog, tí tað hjálpur ikki! takk.

Hey tú við dulnevninum lonely girl!
Tað er gott at tú roynir at broyta tína keðiligu støðu. Tað sum eg skilji á tínum brævi, so hevur tú trupulleikar við at blíva góðtikin sum tú ert, og at tað ikki hevur hjálpt  at tosa við vaksin, ei heldur sálarfrøðing. So tað er ein trupul støða, tú ert í. Tað sum eg kann ráða tær til, er at arbeiða við tær sjálvari, við at hava positivar tankar um tíni ynskir og vónir til sambandið við onnur. Tað kann vera, at tú ert komin í ein ringan sirkul, við at bara hava ringar tankar um onnur menniskju, tí tað hevur verið tað, sum tú oftast hevur upplivað. Tað er tað sama sum, at ein vaknar um morgunin og hugsar, at hesin dagurin verður ræðuligur, og so er tað rættliga sannlíkt, at dagurin verður ræðuligur. Vónandi fært tú brúkt hetta svar til okkurt gott. Annars so ert tú vælkomin til at venda tær aftur til Tú & Eg Ráðgevingina.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…