Search
Close this search box.
Eg veit ikki hvat eg skal gera vid meg sjálva. Eg havi ikki hug at vera her longur. Einki gevur meining longur, eg vil bara langt vekk frá hesum landinum, langt vekk frá mínari familju, langt vekk frá øllum. Eg havi socialan angst, hvør einasti dagur er ein kampur, mín familja skilur tað ikki, eg føli meg so einsamalla. Eg orki ikki meir, eg eri so troytt. Mamma mín segdi akkurát eg gjørdi lívid hjá henni til ein kamp, og at hon hevdi yngst hon aldrin fekk meg, og at hon aldrin var flutt inn til babba. Eg vil vekk herfrá, hvat skal eg gera

Góða genta,
Takk fyri brævið. Sum eg skilji á tínum brævið hevur tú tað ikki lætt, tú følir teg ikki skilta, yvirsædda og mamma tín hevur sagt at tú ert óynskt. Eg kenni ikki til tínar umstøður ella familju annað enn tað sum tú hevur skriva, men um tú hevur socialan angst hevur tú týðiligvís tørv á at tosa við ein sálarfrøðing. Trúgv mær, tað eru fleiri við tær sum hava socialan angst, og sum fáa hjálp til at koma burtur úr hesum. Tað er ikki lætt, men heldur ikki ómøguligt. Er tað nakar møguleiki fyri at tosa við tíni foreldur um at tú kundi fari og tosa við ein sálarfrøðing? Tú kanst biðja um eina tíð hjá tínum lækna og biðja um eina ávísing til sálarfrøðing, gert tú tað so fært tú tað 40% bíligari (449,- um tíman), hevur tú ikki ráð til tað so vil eg mæla til at tú spyrgt tíni foreldur um tey vilja stuðla tær. Vónandi fer hetta at eydnast hjá tær soleiðis at tú kanst fáa hjálp til at arbeiða við tær sjálvari – tað er ein lívs invistering sum tú ongantíð kemur at angra. Skuldi tú ivast í onkrum øðrum ert tú vælkomin til at venda aftur til okkum her í Tú & Eg Ráðgevingini.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…