Góði Luca
Tú ert ein umhugsin persónur, sum fegin vil hjálpa øðrum sum hava trupulleikar. Tað er ein góður eginleiki at hava. Eg skilji væl, at tú fekk eitt tætt forhold til gentuna á netinum, tá tit skrivaðu saman næstan hvønn dag.
Nú er eitt ár farið, og tú hevur funnið ta fittastu gentuna nakrantíð, sum eisini hevur havt ymiskar trupuleikar. Tú hevur eisini funnið eina damu sum skilir teg, og sum roynir at hjálpa tær. Tað er ógvuliga gott, at ein kann tosa við damuna hjá sær um alt, tí tá fær ein eitt tættari forhold til hvønnannan.
Tú ert noyddur til sjálvur at finna útav, hvørjar kenslur tú hevur fyri online gentuni hjá tær. Hvad var tað fyri eitt forhold tú hevði við hana? Tú skrivar ikki at tú var forelskaður í henni, men at tú var tætt knýttur at henni. Tú mást sjálvur merkja eftir hvad tú vilt hava! Tú skrivar sjálvur at tú hevur funnið eina fitta gentu og fyri mær virkar tað eisini, sum um at hon er har fyri tær, og er góð við teg.
Tú skalt fara víðari og sjálvur taka støðu til hvad tú vilt. Tær nýtist ikki at hanga fast við tína fortíð. Tú noyðist at finna útav, hvat tú vilt við online gentuni, og um tú ert forelskaður í henni.
Eg ivist onga løtu í, at tú skjótt fert at finna útav, hvat tað er, tú vil hava. Um tú hevur nakrar spurningar, so ert tú vælkomin at skriva aftur, ella at ringa til Tú & Eg Ráðgevingina.
Vinarliga