Search
Close this search box.
Fyrst og fremst vil eg siga – ein ómetalig góð heimasíða. Haldi at hetta er eitt sera gott stig, ið tikið er. Tað er eisini “stuttligt” at lesa um trupulleikarnar hjá øðrum ungum og at síggja, hvussu líka vit øll á ein ella annan hátt eru… Annars – nú til mín spurning: Hvussu kann man vita, um man er við barn? Og nær og á hvønn hátt byrjar man at føla tað, um man er? Er tað eingin annar møguleiki enn at taka ein “graviditetstest”?

Góða “M….”
Takk fyri brævið og tey penu orðini um heimasíðuna. Gott at tú kanst brúka hana.
Einastu møguleikarnar at staðfesta um man er við barn, er at taka eina graviditets test, ella at fara til lækna og verða kannað. Graviditetstestir kanst tú keypa á Apotekinum ella í onkrum handlum, sum selja slíka vøru .
Um tú ikki vil keypa testina sjálv, kanst tú kanska fáa onkran annan at keypa hana fyri teg.

Mítt besta ráð er, at tú tosar við læknan hjá tær. Læknin hevur tagnarskyldu og kann vegleiða teg um fyribyrging, so tær ikki nýtist at ganga runt og verða bangin fyri at vera við barn

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…