Search
Close this search box.
Ein 21 ára gamal maður er eftir mær! Hann hevur ofta tikið meg við í eitt rúm og tikið buksurnar av mær og hansara buksur av eisini! Einaferð var eg í føðingardag hjá honum (har vóru nógv onnur), og knappliga togaði hann meg inn á kamarið og byrjaði at mussa meg og togaði aftur buksurnar av okkum báðum! Eg segði nei,men hann bleiv við! Eg royndi at sleppa út, men hann kastaði meg í songina  og legði seg omanyvir meg! Eingin hít ella nakað! Eg haldi at eg eri uppá vegin, tí eg havi ikki havt menstruatión í 2 mánaðar. Hvat skal eg gera? Skal eg melda hann?

Góða tú!
Tað, ið er hent tær, er sera álvarsligt og tað er virkuliga gott, at tú skrivar til okkara. Brævið hava vit broytt eitt sindur fyri at verja teg sjálva. Tað kann vera sera torført at siga frá tílíkum og krevur mót, men tað er fyrsta stigið til at fáa hjálp. Tað, sum ger tað serliga trupult er, at tú kennir mannin, og at tað er hent fleiri ferðir. Akkurát hvat er hent hvørja ferð, greiðir tú ikki frá, men talan er um harðligan kynsligan ágang, sum kanska er framdur inni í tíni familju, har tú eigur at kenna teg trygga. Ein maður við slíkum atburði hevur ein so skaðandi atburð, at hann skal steðgast, ongantíð ov skjótt.
Tú spyrt, um tú skalt melda hann. Tað, sum hesin 21 ára gamli maðurin hevur gjørt við teg er ólógligt, og tað er, sum sagt, sera umráðandi, at ágangurin verður steðgaður. Tað er eisini umráðandi, at hann ikki sleppur at gera tað sama ímóti nøkrum øðrum.  Tú sigur einki um, at tú hevur tosað við nakran um tað, sum er hent og kanska hevur tú onkra orsøk til ikki at tosa við tína familju um hendingarnar. Tú hevur møguleika at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum, um tú vilt hava hjálp frá henni t.d. at tosa við tíni foreldur ella at fáa sett orð á tað, sum er hent og m.a. fáa leiðbeining frá henni, um tú skalt boða løgregluni frá.
Tú kanst eisini seta teg í samband við Barnaverndarstovuna á telefon 302495 og greiða teimum frá, hvat ið er hent. Tey vilja so ráðgeva tær víðari í málinum. Teirra heimasíða er: www.bvs.fo
Um tú ikki hevur havt mánasjúku í 2 mánaðar, er tað týdningarmikið at finna útav, um tú kanst vera við barn. Sum tað fyrsta, kanst tú fara í Matas ella á apotekið at keypa eina graviditetsroynd. Tær eru eftirfarandi og lættar at brúka, um tú lesur leiðbeiningina. Tað ber eisini til at ringja til tín lækna og fáa eina tíð at verða kannað. Við tað at tú ert undir kynsliga lágaldrinum, sum er 15 ár,  kann tað henda, at læknin velur at boða tínum foreldrum frá.     Um tú ivast í onkrum, kanst tú ringja til ella skriva til okkara.

Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…