Search
Close this search box.
Hey, Eg eri ein 19 ára gomul genta, og eg havi ein sjeik sum er 21 ár. Sjeikurin hevur gjørt mangt býtt tá hann var eitt sindur yngri og tað var onkutíð herverk. Men tá vit komu saman, so broyttist hann rættiliga nógv. Mamma dámar hann als ikki, og hon spyr næstan altíð um tað er liðugt, nær eg geri tað liðugt, hvat eg síggi i honum, ella tosar hon enn um tá hann var yngri. Hon heldur at eg forsvari hann, tá eg sigi at hann ikki er soleiðis meira. Um eg forsvari hann so verur hon ill og súr. Eg flutti til pápa mín tá eg var eitt sindur yngri tí mamma vildi ikki hava at eg skuldi síggja hann, og hann slapp ikki inn til okkum, tí hann hevði gjørt so mangt býtt.  Hon er altíð súr um eg tosi hvussu sjeikurin er broyttur til ein betri persón. Hon heldur at hann er psykopat. Eg veit ikki hvat eg skal gera! Eg kann ikki tosa við hana um forhold tí so verur hon súr og byrjar at skelda. Hon sigur at eg forsvari hann og at um eg forseti við tí, so vil hon ikki kontakta meg meir. Onkutíð ynski eg at eg slett ikki vil hava kontakt við hana, men hon er mamma mín og eg elski mammu mina, sjálvt um vit skeldast og eru ofta óklárar. Hvat kann eg gera? Tað nyttar ikki at tosa við hana um sjeikin, og eg kann ikki siga hvussu hann er broyttur, tí so skeldar hon. Hvat kann eg gera, so hon kann skilja meg? Eg havi fingið nokk av skeldaríðnum.

Góða genta

Tú skrivar at tú flutti heimanífrá, tí sjeikurin ikki slapp at vitja heima hjá tykkum. Sostatt ímyndi eg mær, at tú ert rættuliga glað fyri sjeikin hjá tær. Nú vita vit ikki hvat tað er sjeikurin hjá tær hevur gjørt, og sum eisini ger at mamma tín ikki er serliga glað fyri hann. Samstundis er tað rímiliga greitt, at tað er sera torført hjá tær at tosa við mammu tína, um títt forhold við sjeikin, og at hon ikki vil hava samband við teg, um tú framhaldandi hevur samband við sjeikin hjá tær. Hetta ljóðar álvarsamt. Tað hevði verið áhugavert at vita hvørja støðu pápi tín hevur til henda trupulleikan!

Kundi tað verið eitt hugskot, at sjeikurin hjá tær setir seg í samband við mammu tína. Bankar uppá, ella møguliga skrivar eitt bræv til hana, har hann greiður frá um sína støðu, greiður frá um tað hann hevur gjørt skeivt, og hvussu hann hevur tað í hesum sambandi. At hann greiður henni frá hvat hann følir fyri tær. Møguliga hevur hetta ávirkan á mammu tína, um hon hoyrir ella lesir hansara egnu tankar, og ikki at tú er ein boðberi í hesum sambandinum.

Lat okkum hoyra aftur, um hetta er ein møgulig loysn.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevinin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…