Góði tú
Tað ljóðar keðiligt hjá tær, at mamma tín ikki lurtar tá tú tosar. Tað er altíð keðiligt at vera avbrotin tá man roynir at fortelja okkurt, men eg kann ímynda mær at tað sikkurt er eyka keðiligt, tá tað er mamman sum ger tað. Henni hevur man jú ofta nógv at fortelja.
Sum tú fortelur, so hevur tú roynt at gjørt nakað við hendan trupulleikan, at mamma tín brýtur teg av tá tú tosar. Tú hevur sagt tað við hana meðan hon ger tað, og tú ert farin inn í kamarið, fyri at vísa at tú ikki heldur at tað er í ordan sum hon ger. Eg haldi at tað er ordiliga flott, at tú dugur at siga frá, og at tú hevur roynt at loyst hendan trupulleikan. Men sum tú sigur, so hevur tað ikki riggað, tí tú upplivir at hon blívir við.
Tað kann ofta vera trupult at loysa tíllíkar trupulleikar í støðuni, har kanska bæði tú og mamma tín blíva irriteraði og ill, og meðan tú rýmir inn í kamarið. Mítt ráð er tí at tú avtalar við mammu tín onkran dagin meðan tit bæði eru í góðum lag og ikki hava nakað annað at gera, at tit seta tykkum saman at práta um hvussu tit kunnu loysa hendan trupulleikan. Fortel henni hvussu tú hevur tað við at hon svarar til, og at tú ikki fært fortalt henni tað sum tú ætlar. Tað kann væl vera at mamma tín ikki veit hvussu tú upplivir, at hon brýtur teg av, og at tú ikki verður lurtaður eftir. Fortel henni at tú ynskir at hon lurtar, at hon ikki brýtur teg av, soleiðis at tú blívur hoyrdur í tí sum tú hevur at fortelja. Tosi kanska eisini um hvussu tit skulu gera, um støðan skuldi komið aftur har hon brýtur teg av. Møguliga kunnu tit avtala hvussu tit saman kunnu broyta tykkara máta at tosa saman uppá.
Vónandi finna tit eina loysn, soleiðis at tú sleppur at fortelja mammu tíni alt sum tú hevur uppá hjartað, uttan at hon brýtur teg av.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin