Search
Close this search box.
Hey! Er eri ein mamma, sum ikki havi havt so góðan hug til sex, eftir at eg bleiv mamma. Tað eru nú 2 ár síðan, og einki er batna, og tað gongur útyvir forholdið. Hvat kann eg gera, er tað nakað eg kann taka, fyri at hugurin kemur aftur?

Góða mamma!
Miss ikki mótið! Tað er ein rúgva av kvinnum, ið missa hugin til sex, eftir at tær hava átt, og er hetta heilt vanligt. At gerast mamma og eiga eitt barn er ein hin størsta broytingin í lívinum hjá einari kvinnu. Barnið kemur fram um alt, og ofta er tað ringt at sameina nýggja leiklutin sum mamma við meira erotisku leiklutirnar sum unnusta og “elskarinna”. Misti sexhugurin eftir barnsburð hevur ikki so nógv við hormonir at gera,sum nógv halda. Hann snýr seg meira um persónliga sambandið til sín sjálvs. Nú veit eg ikki, júst hvussu tú hevur tað við tær sjálvari og tínum kroppi. Men fyri kvinnur hevur tað týdning, at sjálvskenslan – tvs. hugurin til sín sjálvs og sín egna kropp – er í lagi, skal hugurin til sex vera til staðar. Kroppurin broytist eisini eftir barnsburð, og fyri nógvar kvinnur er broytingin viðvirkandi til, at tær kenna seg minni “lekrar” og dragandi og lítið“sexutar”. Teirra minkandi sjálvskensla ger, at sambandið til sín “kvinnuleika” og sín seksualitet mestsum hvørvur, og hugurin til sex fánar tí burtur. Tað hevur týdning, at tú skilur, at tú kanst ikki bara ganda hugin til sex framaftur, og hann kemur heldur ikki bara aftur av sær sjálvum. Tú mást sjálv, helst saman við tínum sjeiki, leggja arbeiði og orku í, fyri at leita hann framm. Og hetta ber væl til. Byrja við at flyta fokus. Gev tær sjálvum og parlagnum betur gætur og lat vera og hang teg fasta í tín sexhug, sum ikki er har.

Tak teg sjálva og tín kropp í álvara. Et gott og sunt, men eisini søtt og leskiligt til serlig høvi ella bara tí tað er tað, tær tørvar. Rør teg regluliga, røkta kroppin við góðum kremum og bílegg tíð til massagu ella aðra kropsviðgerð av og á. Lat teg í klæðir, tú kennir teg væl í og keyp tær sjálvari okkurt smávegis plagg. Far út saman við vinkonum og bið sjeikin ansa barninum. Finn ting í gerandisdegnum, tú fært gleði av og ger meira av teimum. Tú mást leggja til rættis títt egna frírúm, har tú tekur tær av tær sjálvari og tínum persónliga tørvi. Tað er týdningarmikið, at tú torir at vera opin fyri sjeikinum um, hvussu tú hevur tað við sex, tínum kroppi og tær sjálvari. Legg til merkis tær støður (um tað eru nakrar), har tú kennir, at tú “tendrar”. Tað kunnu vera støður so sum eitt erotiskt brot í einum filmi, ella tá sjeikurin rørir við teg onkrastaðni, og tú brádliga bara“tendrar”. Steðga á eina løtu og granska, hvat fer fram í tínum kroppi, og hvat tú hugsar og tosar við sjeikin um tað. Ein tann størsti erotiski dreparin í parlagnum er ofta, at tað kemur ov nógvur “gerandisdagur” í tað heila. Tit hava eitt barn og kunnu ikki umganga, at tað kemur “gerandisdagur” í tingini. Tosið um trupulleikan og setið orð á, hvat drepur. Finnið síðan loysnir saman og avgerið, hvat tit kunnu gera ístaðin – og gerið tað. Og gerið so eisini ting saman. Hetta kunnu vera smáting sum at ganga ein túr ella vaska upp saman. Takið tykkum stundir eisini at vera saman bara tit bæði – uttan barn. Rørið við hvønn annan og forteljið hvørjum øðrum, hvat tit dáma og tendra uppá. Og minnist til, at endamálið er ikki sex, men at tú skalt endurfinna hugin til sex. Tit mugu vísa hvørjum øðrum, at tit elska hvønn annan og vilja hvønn annan sum par og elskandi.

Tað, at tit eru vorðin foreldur, er ikki nóg góð grund til, at tit halda uppat at vísa áhuga fyri hvørjum øðrum. Foreldur eru tit alt lívið. Par eru tit bara so leingi, tit velja at vera tað. Ger tað til eitt spennandi og áhugavert projekt at endurfinna sambandið við tín seksualitet.Ver tolin og ver 100 % til staðar í øllum tí, tú gert.Ver forvitin, tak við læru og njóta gongdina. Gert tú hetta, verður tín ferð til stórt gagn, bæði fyri teg persónliga og fyri parlagið. Harfturat hevur tú gjørt tær nakrar royndir, tú kanst brúka restina av lívinum, og sum verða tær sera hentar, skuldi tú átt fleiri børn.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…