Search
Close this search box.
Hey, super brævkassi! -Ehm, eg sat í songini og uppdagaði so at eg hevði blødd útum bindi. Og fór inní wc’i og tók buksur og trussur av og skolaði tær við vatni, men so datt ein ella tveir klattar úr vaginani, og eg veit ikki hví, men eg ‘forskaði’ tann merkuliga, hann hevði ein sovornan klumpaktugt í sær, har var ein tjúkkur blóðklumpur. Eg veit ikki hví eg vil vita hvat hann er fyri ein, men eg tori ikki at spyrja nakran, tí tað vil ljóða nokk so bítt ,, Hey! Hvat er tað fyri ein mánasjúka-klumpur sum skríður úr vaginuni?” – So hopi at tittú vilt sværa mær ;’)

Hey tú við mánasjúku spurningi!
Mánasjúkan  kemur, tí rovan í lívmóðrini dettur av , um ein ikki verður við barn tann mánaðin, og samstundis bløðir tað meira ella minni. Sostatt er klumpurin, sum tú hevur sæð, helst rovaslímhinna ella ein sveiti, sum kann koma, tá talan er um nógva bløðing.
Tað er heilt vanligt,  at tað kunnu koma slintrar og klumpar saman við blóðinum teir fyrstu dagarnar, og tá er ofta eisini ein løtt pína, og lívmóðirin tømir seg.. Teir seinastu mánasjúkudagarnar er vanligt, at tað bert er myrkt blóð, sum kemur frá lívmóðrini og út frá vaginu.

Vónandi ert tú rólig um, at alt er í lagi.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…