Spurnarkassin: Genta, 17 ár spyr
Mánasjúkuna skjótt 3 vikur
Spurningur:
Hey tú. Fyri ikki so langari tÃð sÃðan vóru eg og nakrar vinkonur i býnum, har tann eina fór heim við einum drongi og hevði verjuleysa samlegu. Hon tók ikki P-piller hesa tÃðina. Ca. eina viku eftir fekk hon sÃna mánasjúku og nú hevur hon skjótt havt hana i trÃggjar vikur.  Eg eri nokkso ivasom fyri mÃna vinkonu hvà hetta er. Eg havi lisið á netinum at tað kann vera t.d. krabbamein ella graviditet. Hevur tú nakað svar hvat tað kann vera. Eg vil mÃnari vinkonu alt tað besta, og tà velji eg at skriva til tykkum, fyri at finna útav hvat hetta kundi vera. Vinarliga. Eina ivasom vinkona
Svar:
Góða ivasama vinkona !
So gott at tit boðar vinkonur tosa saman og hjálpa hvørja aðrari.
MÃni ráð eru, ger eina grav. roynd sum skjótast, far undir øllum umstøður til læknan til kanningar at útihýsa kynssjúku og graviditet og tosa um sikra fyribyrging. Vandin fyri krabba er nærum ongin i tykkara aldri.  Endaliga kann menstruationin vera longd,  bara tà vinkonan stúrir so nógv.
Oftast er tað hormonjavnvágurin sum gevur drúgvar bløðingar, men tað kann eisini vera ein graviditetur, sum ikki er ilagi, t.d. tiðliga spontan abort og tað kann vera orsakað av bruna.
Tit vita sjálvandi at vinkonan átti at haft eina hýt hjá sær og brúkt hana,  og nú hon ikki brúkti fyribyrging,  átti hon sama døgnið at keypa sær angri p-pillara (the morning after pill ) á Apotekinum, fæst jú uttan resept.
Men best er sjálvandi at brúka sikra fyribyrging. So eg vóni tit ansa tykkum betur i framtÃðini.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin