Góða tú!
Eg skilji væl, at tað ikki er serliga hugaligt hjá tær at leggja teg at sova, tá ið tú óttast dreymarnar, ið tú hevur. Sjálvt um tað er ein dreymur, kann hann virka so veruligur. Øll droyma, men ikki øll minnast, hvat tey hava droymt. Vit minnast tað vit droyma beint áðrenn vit vakna. Tað vil siga, at um ein hevur trupulleikar við at sova og vaknar ofta, kann viðkomandi hava lættari við at minnast tað hannhon hevur droymt í mun til ein, ið svevur væl. Tað ljóðar eitt sindur sum tú ert komin inn í eina keðiliga ringrás. Tað at tú ikki fært sovið, ert so troytt, men bangin um at sova – kann føra við sær, at tú svevur verri næstu nátt, verður uppaftur troyttari og so víðari. Somuleiðis kann tað, at tú ert bangin um at droyma og hugsar nógv um hetta, áðrenn tú leggur teg gera, at tú lættari fært marruna, tí tað vóru teir tankarnir sum fyltu mest áðrenn tú legði teg. Tað verður ofta nógv tosað um hvat dreymar hava at siga. Tað er ikki gott at vita, men helst eru dreymar ein máti hjá okkum at viðgera ymiskt, sum hendir í tí dagliga. Tað merkir ikki, at tú upplivir nakað við deyða og at drepa í tí dagliga, men um vit eru troytt, kedd, stressað, bangin ella ørkymlað um eitthvørt, er tað væl møguligt at droyma um okkurt, sum gevur okkum hesar somu kenslur. Tí er tað eisini týdningarmikið at hugsað, um tað kundi verið eitthvørt í gerandisdegnum, sum tú ikki hevur tað gott við. Tað er gott at tosa um og seta orð á, hvussu tú hevur tað við at sova og hvat tú óttast. At skriva til okkum er ein góð byrjan. Tú kundi kanska eisini roynt at tosað við foreldrini ella onkran annan, ið tú kennir teg trygga við. Samstundis kundi tað verið gott, um tú, áðrenn tú fórt í song, gjørdi okkurt sum tær dámar væl og fær teg at slappa av, so sum; at fáa tær eitt heitt bað, heita mjólk ella eitt hugnaligt prát við onkran – okkurt, sum kann fáa teir keðiligu tankarnar aftur um.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin