Hey góða marsvín!
Takk fyri brævið! Fyri tað fyrsta haldi eg ikki, at tín spurningur er løgin. Meiningin við Ráðgevingini er at ein kann spyrja um alt, sum er trupult.
Fyri tað næsta kemur tú við einum áhugaverdum og góðum spurningi. Tú skrivar lítið um, hví tú hevur verið hjá sálafrøðingi. Tú nevnir happing, og eg gangi tí út frá, at trupulleikin, ið tú tosar um er, at tú verður happað. Happing er, sum tú nevnir sjálv, oyðileggjandi fyri sjálvsvirðið og lívsgóðskuna. Happing skal steðgast, men verður ofta ikki tikin í nóg stórum álvara. Tað er eisini ofta trupult at steðga, tí happarin og hini kunnu spyrja um ein ikki skilir skemt og siga, at ein einki tolir av. Tá er tað ikki lætt at steðga teimum. Men tú kanst læra nakrar meistringsstrategiir tvs. at fáa nøkur amboð at steðga happing og at læra at elska og góðtaka teg sjálva.
Tá tú gekst til psykolog, fekst tú óivað størri forstáilsi fyri, hvat happing er og hvat tað ger við ein. Kanska fekst tú nøkur ráð um, hvat tú kanst gera við trupulleikan. Tá ein fær tosað við ein fakpersón um sínar trupulleikar, følir mein lætta og at onkur skilir ein. Um tann persónurin kann geva tær ráð, birtir tað vón um at tú fert at finna eina loysn, og at lívið fer at gerast lættari. Tá ein kemur út aftur í veruleikan, kann ein ikki vænta, at trupulleikarnir eru horvnir. Tað tekur tíð at verja seg ímóti happing. Um ein ikki dugir at seta mørk, má ein læra seg tað. T.d. kanst tú læra teg at siga nei, tá tú verður biðin um nakað, ið tú ikki hevur hug til. Fyri summi er tað torført. Ein er noyddur til at læra seg at góðtaka og virða seg sjálvan. Hetta er grundarlagið undir øllum. Ein er noyddur at verja seg og einn skal ikki finna seg í hvørjum sum helst. Men tað eru nógvir mátar at gera tað uppá. Tú mást prøva teg fram.
Tað finnast nógvar sjálvhjálpsbøkur um við ráðum um, hvussu man t.d. kann styrkja sjálvsvirði og seta mørk . Eisini er gott at tosa við onkran t.d. vinir, familju ella ein sálarfrøðing. Ymiskir persónar kunnu geva tær ymiskan stuðul og ráð. Og um tað ikki hjálpir at tosa við ein persón, kanst tú fara til onkran annan. Tað tekur tíð og venjing. Tú kanst taka tey ráð og amboð, sum tú kanst brúka og lata hini liggja. Tað kann eisini vera, at ein fær ráð, ið hjálpa akkurát í løtuni og tá ein er komin víðari, kann ein hava brúk fyri onkrum heilt øðrum. Tí haldi eg ikki, at tú skalt missa mótið. Tú kanst fara til sama sálarfrøðing aftur og fortelja honum, at tað hjálpti, men at happingin byrjaði aftur. So kann hann hjálpa tær víðari. Tað eru eisini lærarar, ið hava servitan um happing. Helst kann skúlin hjá tær vísa tær til ein av teimum lærarunum. Tað eru heimasíður, ið eru gjørdar til at hjálpa fólki, ið verða happað. Tú kanst t.d. googla happing ella mobning og so koma nógvar góðar heimasíður fram. Tað er eisini nógv at lesa um happing inni á okkara heimasíðu her.
Tú ert altíð vælkomin at skriva, kjatta ella ringja til okkum og greiða nærri frá, hvørjar trupulleikar tú hevur.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin