Search
Close this search box.
Hvat hendir um man stjelur sum barn í einum handli ?  

Hey og takk fyri tín spurning!
Tú greiðir ikki frá, hvat tú sipar til, men eg skal royna at svara so gott, sum eg kann. Eg rokni við, at tú meinar við, hvat hendir, tá ein verður avdúkaður fyri at stjala í einum handli, so eg svari út frá tí. Tað eru summir handlar, ið hava myndatól, har tann, sum stjelur verður avdúkaður við at starvsfólkini hyggja eftir filminum. Annars so verða fólk eisini avdúkað, tí tey verða sædd av starvsfólkum ella kundum í handlinum, meðan tey stjala. Summir handlar seta seg beinleiðis í samband við Politiið, meðan onnur venda sær til tann, sum stjelur ella foreldrini, tá tað er eitt barn, altso ein undir 18 ár, ið stjelur. Onkuntíð verða ávaringar givnar og tá Politiið verður kontaktað, verður boðað frá til Barnaverndartænastuna, sum so kannar, hví barnið  hevur stolið og um tað er nøkur tekin um, at barnið hevur trupulleikar annars. Tá fólk stjala, er tað ofta eitt tekin um , at tey hava tað ringt onkursvegna. Í summum førum stjala fólk, tí tey liva í fátækradømi, men í nógvum førum er tað av øðrum grundum. Um tú hevur brúk fyri at kjatta ella tosa við ein vaksnan ráðgeva, ert tú vælkomin at venda tær til okkara ráðgeving.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin   

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…