Search
Close this search box.
Ehm,, Eg havi ein tanka um ein drong (sum eg ikki áni hvør er), hann er bara…hann…og um kvøldið fari eg ofta út at ganga langar túrar, og lurta eftir musik og hugsa um hendan drongin… tá mamman skeldar og eg veri ill ella kedd..so veit eg at eg bara skal fara at ganga ein túr og hugsa.. men tað sum eg haldi er tað merkiligasta av øllum er at eg hugsi bara um hann um eg lurti eftir My Chemical Romance..tað sum eg hugsi um er.. at hesin bólkurin og eg, búgva í einari høll sum teir venja í og so er alt bara sum tað eigur at vera..tað er akkurát sum í kappitlum,.. og tá eg droymi, teir minnist (kap.) eg eisini..- og við hvørt leingist eg eftir hesum dronginum..akkurát sum um eg vil hava onkran annan at elska meg uttan bara familjuna og vinirnir!

Eg havi sjeik, men tað er ikki hann sum eg droymi um,, men tá hann er her, tá eri eg góð við hann, men viðhvørt tá vit klemmast..komi eg til at hugsa um hin drongin, og fái orduliga ringa samvigtiheit..
hvat merkir hetta..???? tað hevur staðið uppá nú, í 4 mánaðar….
PS. Mær dámar sera væl at hugsa um hann, og eg tími tað eisini væl, tími væl at brúka tíð uppá tað.

Hey MCR!
Soleiðis sum eg skilji brævið hjá tær, so hevur tú funnið dreymasjeikin, sum tú droymir um, tá ið tú lurtar eftir “My Chemical Romance” og tá tú gongur túrar. Afturat hesum hevur tú ein sjeik.
Tú greiðir frá, hvussu tú følir fyri tínum sjeiki, tá hann er hjá tær, men at tú eisini hugsar um hin, tá tú ert saman við tínum sjeiki.
Soleiðis sum eg skilji títt bræv, so ert tú í iva, um tað er í lagi at hava sovorðnar kenslur fyri einum dreymasjeiki. Tú hevur ringa samvitsku um tað, men royn at hugsa um, hvat tað er við tínum dreymasjeiki, sum er so deiligt, at tað hjálpar tær, tá tú gevur tær sjálvari frí frá dagsins trupulleikum. Kanska er tað gott hjá tær at hava ein dreym, sum tú kanst droyma, tá tú hevur brúk fyri tí. Tað er í øllum førum einki galið við at hava dreymar og fantasiir.
Tú hevur rætt at droyma um akkurát tann sjeik, sum tú vilt, tað hendir einki við tí. Men í veruliga lívinum er ongin feilfríur. Tú hevur eisini rætt at velja, hvønn sjeik, ið tú ynskir at liva saman við. Tað er bara tú sjálv sum veitst, hvønn tú dámar best.
At hava lívligt hugflog og dreymar er heilt nátúrligt. Samstundis er ikki altíð so lætt at stýra, hvat ein hugsar og droymir um. Tú kanst brúka hugflogið og droyma við góðari samvitsku, tí tað er títt, og ongin annar kann taka tað frá tær.
Tú kanst altíð skriva aftur til okkara, um tú ikki heldur, at eg havi skilt tín trupulleika rætt.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…