Search
Close this search box.
Eg orki ikki at liva meira. Foreldur míni tvinga meg at spæla eitt ljóðføri sum eg ikki tími. Ein vinur blívur við at siga nei, tá eg spyrji um hon tímur at vera saman… bowla, biograf ella bara at spæla. Og so orki eg bara ikki at liva meira, heilt einkult. Eg eri bangin fyri mánasjúkuni, sum eg ikki havi fingið enn, og so eri eg heilt totalt forelskað í einum drongi í flokkinum, sum eg eri bangin fyri ikki elskar meg. Hjálp hvat skal eg gera? Eg blívi við at vilja gera sjálvmorð…..HJÁÁÁÁÁÁÁÁLP.

Takk fyri brævið.
Tað er gott at tú roynir at fáa hjálp tá tú ikki hevur tað gott. Eg hugsi hvat tað er sum ger at tú ikki hevur hug til at liva longur, er nakað hent síðstu tíðina sum ger teg kedda? Tí tú ert ung og burdi havt hug til at liva og hava tað stuttligt. Men lívið kann vera trupult og strævið, og tá er gott at siga tað hart um man ikki hevur tað gott, og tað er akkurát tað tú gert nú. Men hinvegin so er tað eisini umráðandi at tú nú fert at tosa við onkran um sjálvmorðstankanar. Tí tað at tú ikki hevur hug til at liva er ógvuligani álvarsamt og tí mást tú ikki sitað inni við hesum sjálv. Finn onkran vaksnan sum tú tosar væl við, tað kann vera tíni foreldur ella onkur annar í familjuni ella kanska heilsusystrina á skúlanum, tær kunnu vera góðar at práta við. Tað er ógvuliga týdningarmikið at tú ikki situr einsamøll við hesum tankum.

Tú skrivar at foreldur tíni tvinga teg at spæla eitt ljóðføri. Tað er ongantíð gott at tvinga nakran at gera nakað, tá tey ikki hava hug til tað. Men er tað nøkur grund til at tú hatar at spæla uppá hettar ljóðførið? Tað kann gott vera at tú hatar tað nú, men tað kann eisini vera, at tú faktiskt fert at elskað tað, tá tú hevur gingið eina tíð. Eg trúgvið at tey í veruleikanum ynskja tær alt tað besta og hava kanska eina visión um, at tú fert at vera glað fyri, at tú hevur lært at spæla uppá hettar ljóðførið. Tað kann eisini vera at tú fert at elska tað. Men sjálvandi, um tú følir,  at hettar tímur tú bara ikki og at tú bara blívur meira kedd, ja so er tað kanska ikki tað rætta fyri teg. Hvis tað er so, so skalt tú fara til tíni foreldur og fortelja teimum hvussu tú hevur tað, og at tað í veruleikanum gerð teg keddan at spæla hettar ljóðførið.

So til trupulleikan við vinkonuni. Tað at missa eina vinkonu ella at ein vinkona ikki tímir ein meira kann vera nakað av tí ringasta sum kann henda fyri ein. Tað kann vera at hon ikki tímir at fylgjast við tær meira ella hevur hon bara hug til at fylgjast við onkrum øðrum fyri tíðina, eg veit tað ikki. Men tað eg hugsi er at tú kanst royna at sýggja tíðina an og vita hvat hendir og hevur tú so ikki nakra aðrar vinkonur sum tú kanst vera saman við hesa tíðina? Tí tað er umráðandi at hava vinir sum man hevur tað gott saman við, men akkurát hasa vinkonuna haldi eg tú skalt lata fáa frið eina tíð, kanska vera tit vinkonur aftur, tað er ikki til at siga, so sýggj líka tíðina an.

Tað kann vera at drongurin sum tú ert forelskaður uppí ikki tímur at ganga saman við nakrari gentu. Tað er ikki sikkurt, at tað bara er tú, hann ikki er áhugaður í. Nógvir dreingir eru oftani nógv seinni til at forelskað seg, enn gentur eru. Tað er oftani at teir ikki tíma og í veruleikanum ikki hugsað um sovorið fyrr enn teir blíva eitt sindur eldri. Men tú kanst royan at koma í prát við hann tá tú ert saman við øðrum vinum, so kanst tú finna út av hvat fyri áhugamál hann hevur og hvat hann gerð í fríðtíðini, stutt sagt læra hann betri at kenna og vita so hvat hendir.

Tað at fáa menstratión skal tú ikki vera bangin fyri. Tað er eitt sindur ymiskt nær gentur fáa menstratión, men vanligt er ein millum 11 – 17 ár. Tá ein fær menstratiónina so bløðir ein í 3 til 5 dagar, men tað er eisini ymiskt. Tað eru 28 dagar ímillum hvørja menstratión og tað er ógvuligani ymiskt hvussu ein hevur tað, tá ein hevur hana. Summi merkja einki, onnur hava eitt sindur av pínu og uppaftur onnur hava meira pínu. Eg haldi, at tað hevði verið gott, um tú fekk eitt prát við mammu tín ella onkran annan, um tað at fáa menstratión. Tað kann tykjast pínligt í fyrstani at tosa um sovorið, men øll konufólk fáa menstratión, so far til mammu tína og fá tær eitt prát. Tú kanst eisini fara inn á heimasíðuna barnabati.kinsta.cloud undir Eg og Lívið og síðani undir “ at vera tannáringur” kanst tú lesa um tað at fáa menstratión.

Alt tað besta og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…