Góða forelskaða genta.
Tað er týðiligt, at tær dámar væl handan drongin, og tað er einki galið við tí, at tit koma saman, fyri tí um tit ganga í flokki saman.
Tað kann vera, at hann ikki veit, at tær dámar hann, tá tú ert skjót at hyggja burtur, tá tit fáa eygnakontakt. Men tað kann eisini vera, at hann sær tað á tær, at tú ert smæðin, tað er ringt at siga út frá hesum brævinum. Men kanska skuldi tú roynt, at smílst til hansara, áðrenn tú hyggur burtur næstu ferð. So skilur hann nokk betur hvat tú meinar.
Tað besta er at royna seg eitt sindur fram. Um tú vilt ganga saman við honum, so kanst tú byrja við at tosa við hann í skúlanum. Gongur tað væl, so kanst tú spyrja, um hann tímir at gera okkurt saman aftaná skúlatíð. Tað nýtist ikki at vera bara tit bæði, tú kanst byrja við at biðja hann og fleiri, koma at gera okkurt saman. Á tann hátt fert tú nokk at finna útav, um hann er interesseraður í tær. Tá tú heldur teg vita tað, so fert tú nokk at finna røttu løtuna at spyrja, um hann tímir at ganga saman.
Vónandi hjálpir hetta eitt sindur. Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin