Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

****** (Mega forelskað)

Spurningur:

Eg eri mega forelskað í einum drongi, og onkuntíð havi eg bara hug til at fara upp til hann og mussa hann!! Hvat skal eg gera?

Svar:

Deiligt at hoyra at tú ert mega forelskað. Eg kann livandi ímynda mær allar summarfuglanar tú hevur í búkinum.
Men hvat tú skal gera er ikki so heilt lætt at svara uppá. Veitst tú um drongurin er forelskaður í tær? Ganga tit í sama flokki? Um so er, kanst tú byrja við at royna at tosa við hann um onkur felags áhugamál í skúlanum ella í frítíðini.
Ger tað sum tú følir er rætt. Tað er ikki altíð so lætt, og tað kann taka sína tíð. Men góða eydnu við kjerligheitini!

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin