Search
Close this search box.
Hey hey: D Eg eri veri mega lætt sjalu inná tá ið mín besta vinkona er saman við eina aðrari. Men eg veit gott at tað er strævið fyri hana, at eg ikki loyvi henni so gott at vera saman við øðrum. So eg vil gjarna fáa nøkur ráð um hvussu eg kann lata verða við at vera so sjalu?:'(  

Takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar til okkum – tað sigur nakað um, at tú gjarna vil gera nakað við hendan trupulleikan. Tú skrivar, at tú ert so sjalu ella øvundsjúk, tá besta vinkonan hjá tær er saman við onkum øðrum. Tað er ikki stuttligt at hava eina kenslu av at vera øvundsjúk. Tað kann eisini gera so stórar ónáðir í einum vinarlagi. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at man er øvundsjúkur. Tað kann vera tí at man annars kennir seg einsamallan, ella tí at man ikki hevur aðrar vinkonur? Tað kann eisini vera tí, at man følir seg sviknan. Ella tí at man følir, at tað er okkurt galið við einum sjálvum.

Tað er ringt hjá okkum at siga tær, hvat tú skalt gera fyri at vera minni øvundsjúk, tá vit vita so lítið um teg, og hvat orsøkin kann vera til at tú ert so øvundsjúksjalu inn á tína bestu vinkonu. Vinkonur eiga jú at gleðast saman, verða góðar og stuðla hvørja aðrari. Um tú ikki skal missa tína vinkonu, mást tú royna at virða tína vinkonu og tað sum hon ger. Tað merkir eisini, at tú skal geva henni pláss til at gera tað sum hon hevur hug til – eisini at vera saman við øðrum vinkonum. Hevur tú ikki sjálv aðrar vinkonur tú kanst verða saman við? Tí tað er eisini gott og stuttligt at hava fleiri vinkonur. Vóni at tit finna út av tí, og at tit fáa nógvar hugnaligar løtur, nú várið stendur fyri framman.
Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina um tú hevur hug til tað.

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…