Search
Close this search box.
Hej tit sum eru í ráðgevingini. Eg vil fyrst siga at hetta er ein framúrskarandi heimasíða, og at eg gjarna vil arbeiða har ein dag. Men so til trupulleikan. Eg eri 12 ár, og havi ikki fingið menstruatión enn, men eg eri bangin fyri at fáa hana. Heilsusystranar í skúlanum, hava sagt at man fær ilt, at tað bløðir nógv, og at tað varar leingi…, eg eri so bangin fyri menstruatión… og um eg fái hana tori eg ikki at siga tað fyri mammu, tí tað er so flóvusligt….. HJÁLP MÆR PLIIIIIIZ.:’(

Hey
Takk fyri tey penu orðini um heimasíðuna. Tað er óført, at tú skrivar um tín trupulleika, tá tú ert so bangin fyri at fáa menstruatiónina ella mánasjúkuna, tað hjálpir oftani at fáa sett orð á trupulleikarnar. Tí vildi tað verði allarbest um tú tosaði við mammu tína, sjálvt um tú heldur, at tað er flóvisligt. Kanska mamma tín verður glað fyri, at tú vilt tosa við hana.
Tað er ógvuliga ymiskt nær mánasjúkan kemur fyrstu ferð, tað vanligasta er tá man er millum 11 og 17 ár. Í fyrstani er mánasjúkan ikki so reglulig, men so við og við verður hon meira reglulig, tað mest vanliga er, at tað eru 28 dagar í millum hvørja ferð og at man bløðir umleið 3 til 5 dagar. Tað er eisini ógvuliga ymiskt um man fær ilt, tá man bløðir. Nakrar gentur merkja onki, summar eitt sindur og so aftur nakrar sum hava meira pínu.
Tú kanst lesa meira um hetta á heimasíðuni barnabati.kinsta.cloud undir Eg og Lívið, tað stendur niðast á tí brotinum, sum eitur at vera tannáringur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…