Hey tú við mánasjúkutrupulleikum!
Tað kunnu gott ganga nøkur ár frá tí, at tú hevur fingið mánasjúku fyrstu ferð og til hon blívur heilt reglulig. Tað hevur tú nokk eisini tosað við tín lækna um. Tá hann hevur biðið teg komið aftur til kanningar, er tað nokk snilt av tær at gera. Sum er brúkar tú nógva orku uppá at hugsa um, hví tín mánasjúka er so óreglulig, og tá tú hugsar nógv um tað, kann tað eisini ávirka mánasjúkuna. Eisini kann hann ráðgeva tær í, um tú tú skalt taka jarn-ískoyti, eftirsum tú kanst fáa blóðmangul eftir at serliga langar bløðingar. Læknin kann eisini meta um tú skalt fara í hormonviðgerð, soleiðis at tínar bløðingar verða meira regluligar.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin