Search
Close this search box.
Jeg har ingen at være sammen med i skolen. Jeg har aldrig haft en ven, jeg ved ikke hvordan det er at have en ven. Kan I  ikke hjælpe mig? Jeg bruger ikke sminke, har god hud, og er bare mig selv… er der noget galt med det? PS jeg forstår godt færøsk skriv bare tilbage på færøsk? :D tak Mig

Hey góða “mig”
Takk fyri brævið. Tað er ikki lætt at kenna seg einsamallan, kanska serliga tá man er í tínum aldri, so eg skilji væl, at tú ert í einari ringari støðu.

Tú sigur ikki nakað um, um tú nýliga ert komin í flokkin, ella um tú hevur gjørt nakað fyri at fáa vinir. Tað kann vera trupult at fáa vinir, um man er smæðin og ikki torir so væl at tosa við hini í flokkinum, ella um tað tykist sum hini øll hava onkran, sum tey eru vinir við. Men royn at tosa við hini í flokkinum. Royn og finn útav, um ikki onkur er, sum hevur somu áhugamál sum tú. Tú kanst eisini fara at ganga til okkurt, skótar, sang, fimleik, fótbólt ella annað, sum er í tí býnum ella bygdini, har tú býrt.

Kanska mamma ella pápi tín kunnu hjálpa tær við at skipa fyri onkrum hugnaligum. Tú kundi bjóða flokkinum ella nøkrum børnum í flokkinum heim. Tað kundi til dømis verið at hugt eftir onkrum góðum filmi, lurta eftir tónleiki, spæla okkurt, eta okkurt gott ella okkurt heilt annað.

Tú kanst eisini tosa við flokslæraran hjá tær. Eitt hugskot kundi verið at tit í flokkinum gjørdu okkurt saman sum lærarin eisini er við til.

Tú spyrt eisini, um tað er neyðugt at brúka sminku. Nei, tað er als ikki neyðugt. Sminka skuldi ikki havt nakran týdning fyri vinalag, tí um vinalagið er bygt á útsjónd, er tað ikki nógv vert. Í síðsta enda kemur tú longst við at vera tú sjálv, sum tú sjálv sigur! So tað skalt tú bara halda áfram við.

Vónandi fært tú skjótt ein ella fleiri góðar vinir.

Annars ert tú altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til okkum á tlf 116 111

Heilsan

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…