Search
Close this search box.
Eg eri forelska í einum drongi, ið eg ikki burdi verið forelska í. Tað er ein drongur, sum ein góð vinkona hjá mær hevur verið væl við. Hann droppaði hana og hon var heartbroken .. Men eg eri so forvirra .. tí eg eri so forelska í honum, og hann er bara akkurát mín typa, og vit finna gott útav tí saman. Problemi er bara at eg kann ikki gera tað móti mínari vinkonu .. hon fer at hata meg .. men følilsnar fyri dronginum eru bara so sterkar .. hvat skal eg gera?? :

Góða Mimimi!
Hettar er ein torfør støða, sum tú ert komin í. Kanska tað kann hjálpa tær, at seta tær sjálvari spurningar sum t.d. hvussu tú hevði havt tað, um tú komst í somu støðu sum vinkonan kemur í, um tú velir hendan drongin? Hevur tú hug at gera nakað ímóti tíni vinkonu, sum tú ikki vildi, at hon gjørdi ímóti tær? Tað er eisini ein møguleiki at royna at tosa við tína vinkonu, um hvussu tú hevur tað, og um tínar kenslur fyri dronginum, og hoyra, hvat hon sigur til tað? Eg vænti at tað verður hart fyri tína vinkonu, at síggja teg saman við dronginum sum breyt hennara hjarta, og eg vænti eisini at tað verður hart hjá tær at síggja, at vinkonan hjá tær hevur tað ringt. Eftir tí sum tú skrivar, so sæst, at tú veist, at tað er skeivt at gera hetta ímóti tíni vinkonu. Tú sigur, at tú ert forelskað, at hann er akkurát tín typa, og at tit finna væl útav tí. Men hvat nú, um hann eisini brýtur títt hjarta. Hevur tú hugsað um tað? Eg skilji væl at hettar er ringt hjá tær at avgera nú, tí tú ert forelskað, men tað hevði verið gott, um tú roynir at hugsa teg væl um, áðrenn tú tekur eina avgerð um, hvat tú skalt gera. Tú ert í løtuni í tí støðu, at tú ert forelskað og vilt hava hendan drongin, men tá tú hevur fingið hendan drongin, so verður tú ikki verandi forelskað í allar ævir. Tað er ikki neyðugt at taka eina skjóta avgerð, um hvat tú skalt gera, tí tað kann gera, at tú fert at taka eina skeiva avgerð. Royn og hugsa longri fram í tíðina eisini, og um hvørja avleiðingar tín avgerð fær, bæði fyri teg sjálva og tína vinkonu!

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…