Search
Close this search box.
Heey :D 
Fyri tað allar fyrsta vil eg bara siga 1000 takk fyri eina so góða heimasíðu sum kann hjálpa øllum Føroyum. Tað er méga gott :-* ‘. 
Nånå. Men jaja, eg havi eina lítlasystur sum hevði hol í hjartanum tá ið hon var heilt lítil. So fór hon til Danmarkar við mammu og bleiv opererað har, men so nú hon er 4 ár, so blívur babba við at spæla við hana ella soleiðis (kitla hana og alt hatta har sum pápar gera) men so knappliga tekur hann um nøsina hjá henni, sum um hann vil kvala hana. Mamma bleiv mega bangin, og skeldaði babba og spyr hví hann ger tað. Men hann blívur bara við og so flennir hann so tá hann hevði flutt hondina vekk frá nøsina hjá henni? :o Og mamma og babba skeldast altíð tá ið eg eri sovnað ) ‘. Hvat heldur tú at babba er úti uppá við míni lítlu systur? :'( ‘. Og hví skeldast tey um kvøldiðnáttina? :'(b) ‘. Hopi tit vilja svarað aftur skjótast gjørligt ?:D 
Elski tykkum :-* ‘. 1000 takk fyri ALT. 
Alt tað besta ”Mimmy” I)’ .

Góða Mimmy!
Sum tað er gott at tær dámar heimasíðuna, og at tú fært gleði av henni.
Tú hevur tveir spurningar sum tú vilt hava svar uppá. Tann fyrri spurningurin hjá tær um hvat pápi tín er úti uppá við lítlusystrini, so ljóðar tað sum at hann spældi nakað vilt við hana og kanska ikki hugsaði seg so væl um, tá hann tók um nøsina hjá henni. At mamma tín gjørdist kløkk er ikki so undarligt. Systir tín hevur verið sjúk, opererað og ígjøgnum so nógv, so mamma tín hugsar ivaleyst, at nú má ikki henda meira við henni. Í slíkum førum hugsa mammur og pápar kanska ikki altíð líka. Pápar eru kanska meiri til vill spøl, sum til tíðir kunnu tykjast for vill fyri mammunum. Eg rokni ikki við, at hann vildi gera systur tíni nakað ilt.
So til hin spurningin, um hví foreldrini hjá tær skeldast um kvøldið og náttina. Tað kann verða at tey ikki hava tað so gott saman beint nú og hava nógv ting at hugsa og tosa um. At tey skeldast um kvøldið og um náttina, er nokk tí at tey ikki vilja skeldast framman fyri tær og systur tíni, og halda so at tit ikki hoyra tey. Men eg skilji væl at tær ikki dámar tað. Tað er ikki stuttligt, at hoyra foreldrini skeldast. Tað tú kanst gera er, at siga við tey, at tú hoyrir tey skeldast tá tú ert farin í song. Tú kanst siga við tey, hvussu tú hevur tað tá tú hoyrir tey skeldast, og hvat tú hugsar tá tú hoyrir tey. Sig um tú verður kedd, ill, bangin ella hvussu tað følist inni í tær tá tey skeldast.
Eg hopi svarið kann hjálpa tær. Skriva aftur um tú hevur tørv á tí.

Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…