Góða tú!
Eg skilji væl, at tú et ótolin og sum tað er gott, at tú skrivar inn aftur til okkara. Blív endiliga við við tí! Tíverri eru tað í løtuni umstøður ið gera, at tað kann taka langa tíð hjá okkum at svara øllum innkomnu brøvunum. Men vit gera okkara besta og tey vera øll svarað. Um tað heila blívur ov strævð hjá tær og vit enn ikki hava svarað tær, so kanst tú ringja til okkum á tlf 116 111 ella tosa við okkum á chattinum. Tó má eg siga við teg, at vit hava tekniskar trupulleikar við telefonunum, ið gera, at tað kann henda at vit ikki eru til at fáa fatur á. Men vit eru her, so royn altíð aftur. Eg dugi ikki júst at siga hvat tað er fyri eitt bræv tú sipar til, sum tú fyrr hevur sent. Fyri at eg skal kunna tað mást tú nevna mær tað dulnevni, ið tú í fyrra brævinum hevur brúkt. Men eg kann ugga teg við, at øll innkomnu brøvini eru nú um at blíva svarað, so tað skuldi ikki gingið long tíð, áðrenn tú fært svarið til júst títt bræv. So blív við og hygg inn á heimasíðuna hjá okkum – svarið til títt bræv er á veg.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin