Góði tú,
Eg eri kedd at hoyra at vinirnir ikki eru so fittir við teg í Minecraft. Tá er tað einki stuttligt at spæla saman. Tað er gott at tú dugir at siga frá!
Um tú ikki hevur tosa við vinirnar sjálvur, so kann tú royna at gera tað. Tú kann t.d. Fortelja teimum at tað ikki er stuttligt tá teir eru soleiðis. Og sig t.d. við teir at tú gjarna vil spæla saman, bara ikki tá tað skal vera uppá handan mátan.
Tað er eisini gott um tú fortelur tað fyri mammu ella pápa tínum, ella onkrum vaksnum sum tú stólar uppá, so kunnu tey eisini hjálpa tær, tá fær tú samstundis onkran at tosa við tá tú er keddur.
Tú er vælkomin at skriva aftur til okkum, ella at ringja 116 111 so kunnu vit tosa saman.
Heilsan,
Tú & Eg Ráðgevingin