Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Miss Emo
Spurningur:
Heey tit <33 Eg vil fyrst siga, at tað er MEGA gott, at tit hava gjørt hesa heimasíðuna, tí eg havi ligið við so nógvum spurningum í hjartanum, sum eg havi viljað sloppið av við, og tað kann eg takka tykkum fyri :D Men spurningurin er: Hví blívi eg argað, bara tí at eg haldi at sangarin í Tokio Hotel (Bill Kaulitz) er so heilt óluksáliga lekkur? Er tað tí at tey eru øvundsjúk ella hvat? Eg eri bara so móð av at eg hvønn dag skal koma heim og vera kedd..L Síðst eg kom heim úr skúlanum glað, var 11. januar 2006... Eg klári tað ikki meir :'(
Svar:
Góða Miss Emo..
Tað er ordiliga gott at tú fært brúkt hesa síðuna sum eina hjálp til alt tað sum tú stríðist við í tínum lívi.
At tú verður argað við at tú heldur Bill Kaulitz vera lekran, er nokk bara tí at øll hava ymsan smak, summi halda at hann er lekkur og onnur ikki. Tú hevur fullan rætt til at halda hann vera lekkran, uttan at nakar kann gera nakað við tað.
Tað, sum ljóðar meira álvarsligt, Miss Emo, tað er at tú fortelur at tú kemur kedd heim úr skúla hvønn einasta dag, og at tað hevur tú gjørt í meira enn eitt ár. Tað er ikki rætt! Og tað kann ikki blíva við. Okkurt má gerast. Tú hevur brúk fyri hjálp til tínar trupulleikar. Tú hevur brúk fyri at onkur vaksin lurtar eftir tær, og tekur teg í álvara. Tí mást tú skjótatst gjørligt fara til onkran vaksnan, og fortelja, hvussu tú hevur tað, og endiliga minnast til at fortelja hvussu leingi tú hevur havt tað soleiðis. Ver so erlig sum tú kanst.
Um tú ikki heldur hetta vera eitt gott hugskot, so haldi eg tú burdi ringt inn til okkara á tlf. 116 111, mánadag ella hósdag, so vit kunnu fáa meira at vita um tínar trupulleikar. Jú meira vit vita, jú betur fáa vit hjálpt tær. Um tú ikki vilt ringja, so kanst tú skriva einaferð aftrat um, hvussu tú hevur tað. Kanska tú fortelur meira um, hvussu tú hevur tað heima? Og hvussu tú hevur tað í skúlanum? Hvat er tað, sum fær teg at vera so kedda, heldur tú? Og hvussu ber tað til, at tú vart so glað 11. januar 2006? Hvat hendi tá, sum fær teg at minnast tann dagin?
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin