Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Miss Emo
Spurningur:
Hey tit ..<3 Fyrst vil eg takka tykkum fyri at tit hava gjørt hesa heimasíðuna, tit Rula ;) Men ... Eg havi tað ikki gott við mínari vekt... Tað er bara eg og mín besta vinkona sum vita tað... Hon hjálpir mær MEEEGA nógv við at halda mær á lívi ... Náh men til spurningin: Eg eri 158 cm og eg vigið 35 kg, er tað passaligt ella ... ? Heilsan Miss Emo ..<3 Elski tykkum ..<3
Svar:
Góða Miss Emo.
Takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar.
Tú sigur, at tú ikki hevur tað gott við tínari vekt, og at tú vigar 35 kg, og ert 158 cm høg. Nú veit eg ikki um tú ert tann sama Miss Emo, sum hevur skrivað inn her fyrr, men hon skrivaði, at hon spýði, tá hon hevði tað ringt.
Út frá teimum upplýsingunum, sum eg fái her, so kann tað benda á, at tú hevur etingarólag. Tað er ein heilt álvarslig sjúka, sum man má fáa viðgerð fyri.
Eg veit ikki, um tú hevur hoyrt um BMI útrokningar. BMI stendur fyri Body Mass Index, og er ein formul til at rokna út, hvat man skal viga út frá hædd. Eitt normalt BMI skal liggja í millum 20 og 25. Tá BMI talið er undir 18, fer tað at vera vandamikið fyri kroppin. Títt BMI er 14. Tað vil siga at tú burdi farið til lækna beinanvegin!!
Etingarólag kann hava álvarsligar fylgjur; vøksturin kann steðga, heilin og hjartað verða ávirkað, og í summum førum kann sjúkan vera deyðiligt, um man ikki fær hjálp.
Her er ein heimasíða sum tú kanst lesa eitt sindur meira um etingarólag.
www.spiseforstyrrelser.dk.
Eg vil heita á teg, at tosa við onkran vaksnan sum skjótast! Royn at hugsa um onkran, sum tú følir tú kanst tosa við; foreldur, heilsusystir, foreldur hjá onkrari vinkonu, onkur gumma ella gubbi, lærari ella onkur heilt annar. Tað er so umráðandi, at tú fært hjálp.
Um tú hevur hug at tosa anonymt við onkran vaksnan, kanst tú eisini ringja til okkum á ráðgevingini á tlf. 116 111.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.