Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Miss emo

Spurningur:

Hey tit !

Eg eri ein genta sum hevur eitt lív sum einki hevur at siga...
Eg blívi nastan hvønn dag sárað av vinum, familjuni ella tann dreingin eg dámi, og tað endar so við at eg skeri meg og stingi fingurin í hálsin og spýggi.
Eg havi ofta sjálvmorðs tankar men eg eri bangin fyri deyðanum so tað er tíbetur onki hent av tí slagnum.
Vininir siga at tað er tí at eg eri emo men eg haldi ikki tað hevur nakað við sakina at gera :

Hvat skal eg gera fyri at stoppa ?

Svar:

Góða Miss Emo..

Takk fyri brævið. Tú sigur, at tú ofta gongur við sjálvmorðstankum, og at tú heldur teg hava eitt lív sum einki hevur at siga. Eisini skrivar tú, at tú plagar at spýggja og at skera teg, tá ið tú verður særd av tínum nærmastu, men at tú gjarna vilt hava hjálp til at steðga við tí. Tá ið tú skrivar til okkara, so hevur tú longu tikið eitt stig til at fáa hjálp, so tað er ordiliga gott at tú skrivar!

Nú veit eg ikki, hvat tað er, sum ger, at tú verður so lætt særd? Tað kann møguliga hanga saman við, at tú ikki hevur so gott sjálvsálit? Men í øllum førum er tað soleiðis, at tað ikki hjálpir at skera seg. Kanska tað lætnar eina lítla løtu, men tað hjálpir tær ikki uppá longri sikt. Tú hevur tað ikki gott, og tínir trupulleikar eru álvarsamir. Tí noyðist tu at tosa við onkran um hvussu tú hevur tað – helst onkran vaksnan sum tú hevur álit á, so tú kanst fáa tað betri.

Tá ið tú fært tað betri, so fært tú óivað minni trongd til at skera teg og til at spýggja.

Sum eg skilji á brævinum hjá tær, so hevur tú fortalt fyri onkrum av vinunum hjá tær at tú ofta hevur sjálvmorðstankar. Tað er gott, at tú ert so opin um tað; tí so er tað nógv lættari hjá tær at fáa hjálp.

Eg skjóti upp, at tú fert at tosa við onkran vaksan um, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera annar av foreldrunum hjá tær ella kanska onkur lærari, sum tú følir teg trygga við? Ella kanska tú hevur eina gummu ella gubba, ella okkurt foreldur hjá onkrum vini hjá tær, sum tú heldur teg kunna tosa við? Tú mást í øllum førum ikki ganga einsamøll við tínum trupulleikum, so næsta stig má vera at tú fortelur onkrum vaksnum hetta, sum tú hevur skrivað til okkara.

Annars, so ert tú sjálvandi vælkomin at skriva aftur, ella ringja til okkara á tlf 116 111 mánadagar ella hósdagar millum kl 14 og 22.

Alt tað besta og góða eydnu

Tú & Eg Ráðgevingin