Hey, Miss Emo…
gott at tú skrivar til okkara.
Eg skal fortelja tær, hvat eg hugsi, tá ið eg lesi brævið hjá tær. Eg haldi, at eingin roynir at fáa uppmerksomheit bara fyri stuttleika, heldur ikki vinkona tín. Hon má hava tað ringt, tá ið hon ger so nógv fyri at tit skulu leggja merki til at hon ikki hevur tað gott.
Eg haldi at hennara størsti trupulleiki er, at eingin sær, hvat tað er sum er galið, og so blíva tey heldur irriterað inn á hana, líka sum tú og floksfelagarnir hjá tær. Og tað er synd. Tí hon hevur brúk fyri, at onkur roynir at skilja hvussu hon hevur tað. Tá ið lærararnir eru troyttir av tí sum hon ger, so er tað kanska tí at teir ikki vita, hvat teir skulu gera við tað, ella tí at teir ikki skilja hennara støðu.
Um tú nú vendir tí við, og roynir at ímynda tær, at tað var tú, sum ikki hevði tað gott; og tú so gjørdi alt møguligt fyri at hini skulu leggja merki til tað…. royn so at ímynda tær hvussu tað hevði verið, um tey øll blivu irriterað inn á teg, ístaðin fyri at tey tóku teg í álvara og spurdu teg, um tað var nakað, sum tú var kedd av?
Tað haldi eg at tú skalt gera við tína bestu vinkonu. Tú mást siga við teg sjálva, at tað er ein orsøk til at hon skerir seg og altíð sigur, at hon hevur ilt onkrastaðni. Og so kundi tú gjørt eina roynd aftrat at finna útav, hvat feilar.
Summi ung, sum skera seg, gera alt fyri at krógva tað, meðan onnur, sum skera seg, vísa tað fyri øðrum. Men tað er einki galið í at vísa tað fyri øðrum. Tað er bara gott, tí so vísir tann persónurin, at hann ella hon ikki hevur tað gott.
Eg skjóti upp, at tú sigur við vinkonu tína, at tú gjarna vilt tosa við hana, bara tit báðar. Okkurt gott stað, har tit kunnu vera fyri tykkum sjálvar og har tit hava frið at tosa. Og tá haldi eg at tú skalt spyrja hana beint út, hvat tað er sum ger, at hon hevur tað so ringt? Sig, at tú ert bekymrað um hana, og at tú heldur at tú og onnur als ikki skilja, hví hon ger, tað hon ger.
Eg rokni við at hon fer at blíva øgiliga glað fyri at tú vísir henni umsorgan, og ert áhugað í, hvussu hon hevur tað, tí tað hevur hon tørv á.
Miss Emo, takk fyri títt bræv. Tí ert vælkomin at skriva aftur, og at fáa onnur ráð, um tað er meira sum tú gongur og hugsar um.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin