Tað fyrsta eg vil siga er, at tað er óført at tú tekur hetta upp og sigur frá. Eg skilji væl, at tú heldur tað vera trupult, tá ongin tekur tað í álvara og tá tú veitst at tú hevur rætt. Lærarin hevur, sum tú eisini sigur tað, ikki loyvi til at gera slíkt.
Eg haldi, at tú skalt tosa við hasar genturnar sum tað gongur útyvur, um trupulleikan, og at tit saman taka málið upp. Tá tit eru fleiri, sum siga tað sama, ber ikki til at lata sum onki. Tosa kanska aftur við tann kvinnuliga læraran, sum eisini hevur ítrótt við tykkum, og far so eisini aftur og tosa við foreldrini. Um alt hetta ikki gevur úrslit mugu tit tosa við skúlastjóran. Og tá hevði tað eisini verið gott um tit høvdu foreldrini við. Tú skalt halda fast við, at okkurt skal gerast, og at tit ikki finna tykkum í at lærarin ger tílíkt.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin