Search
Close this search box.
Hey hey, takk fyri ein super brævkassa! 
Men her er min trupulleiki, eg havi mist mína allar bestu vinkonu, ti hon sigur at eg eri broytt, also, negativt. Hon sigur at eg bara lúgvi, baktali, eri ónd og keðilig og hon sigur at vit kunnu vera vinir aftur, um eg broyti meg. Hon sigur at eg havi verið soleiðis síðani jól, og eg veit ikki hvat eg skal gera? Eg vil so gjarna hava hana aftur, tí eg elski hana mest av øllum. Um eg skal hava hana aftur sigur hon, at eg skal broyta meg, men eg veit ikki hvussu? Hon sigur at hon ongantíð fer at sleppa mær, men eg føli sum um hon hevur bara gloymt meg og er farin víðari? Eg veit ikki? Hon sigur eisini at hon hevur hildið meg út heilt inntil nú og nú tímur hon barasta ikki meira? Hvat skal eg gera? Eg havi virkuliga brúk fyri tykkara hjálp!

Tað fyrsta eg vil ráða tær til at hugsa um er, um tú sjálv heldur at tú ert broytt síðani jól? Tú kanst eisini hugsa um, um tú ert samd í tí sum hon sigur, at tú hevur sagt ósatt fyri henni ella baktalað hana. Um tað er so, at tú hevur gjørt hesi tingini, so kanst tú umhugsa um tú ynskir at broyta tað ella ikki. Um tú ikki sjálv kennir tað aftur sum hon ákærir teg fyri, so kundi tú eisini roynt at tosa við hana um hvat tað er sum er broytt tykkara millum. Tú kanst til dømis spyrja hvat hon meinar við, tá hon sigur at tú hevur logið og baktalað. Tú kanst so eisini greiða frá, hví tú gert sum tú gert, og um tú kanst broyta tað.
Í síðsta enda er tað tú sum ger av, um tú ynskir at broyta nakað ella ikki. Tað avhongur jú eisini av, um tú sjálv heldur at tú hevur gjørt nakað galið.

Vita um hettar riggar og skriva endiliga inn aftur um tú hevur tørv á tí.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…