Góða tú!
Tú sigur í brævinum, at tú hevur verið saman við sjeikinum í tríggjar vikur… tí er tað kanska ikki so løgið, at tú ert ósikkur í hvat hann ger umborð. Samstundis sum tú ert ósikkur í hvat hann kann finna uppá, so sigur tú at tú stólar uppá hann. So tað er kanska eitt sindur blandaðar kenslur tú gongur við… at tú viðhvørt hevur álit á at hann ikki ger nakað við øðrum konufólki, og at tú viðhvørt ert ótrygg. Tað at har eru onnur konufólk umborð á skipinum, tað er nakað tú mást góðtaka. Tú ert jú eisini kring mannfólk á landi. Munurin er ikki so stórur. Óansæð hvar tit eru stødd, so eru fólk kring tykkum av hinum kyninum. Tit mugu royna at stóla uppá hvønn annan, og at vera hvørjum øðrum trúgv, um tit framhaldandi vilja vera saman.
Tú sigur eisini, at tú ert bangin fyri um hann missir kenslurnar fyri tær. Tað er keðiligt at tú ert bangin, men tú kanst ikki gera nakað fyri at stýra um ein persónur missir kenslurnar fyri tær ella ikki. Ein og hvør kann missa kenslurnar fyri einum persóni, óansæð hvar persónurin arbeiðir. Hetta er nakað tú noyðist at góðtaka. Men vónandi fer hetta ikki at henda fyri tykkum. Tað sum tú hevur at taka útgangsstøði í, er at hann sigur at hann elskar teg. Eg rokni eisini við, at tú hevði merkt tað, um hann ikki var góður við teg.
Eg veit væl at tað er ringt, men eg haldi at tú skal takað ta sum tað kemur og gleðast um sjeikin, og gleða teg til hann kemur aftur.
Eg rokni eisini við, at við tíðini, sum tú lærir hann betri at kenna, so fert tú vónandi at kenna teg tryggari, og kanska betri vita hvar tú hevur hann.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin