Search
Close this search box.
Hey!
Eg havi hoyrt allar møguligar lignir um mína familju sum slett ikki passar, nógv siga at :”Mamma slett ikki passar uppá meg”, og tað er MEGA irriterandi, tí tað passar slett ikki. Tey siga tað bara tí at mamma fer i song áðrenn eg, ella hon leggur systur mína, men hon liggur vakin í songin, ella hon svevur ordiliga leyst. Men øll halda at eg sleppi at vera so leingi úti sum eg vil osv.
Eg havi onga telefon tí hon er oyðiløgd, so tey kunnu ikki ringja til mín, men so tá ið eg komi vera tey mega óð, ella lova tey mær ikki út aftur.
Omma mín sigur tað ella hon hevur sagt tað við meg, men tað eru nógvar grundir og grannin. Eg kundi ikki bera uppá hettar meir so eg mátti siga mammu tað, og hon snakkaði so við babba um tað, og eg hoyrdi hana gráta:'(
Hon var MEGA kedd, tí hon helt at fólk stóðu og snakkaðu um hettar. 
Og hon er MEGA ill við ommu, og eg hatið ommu mína fyri at siga tað beint út.
Mamma snakkar ofta um hetta, og tá verður hon bara so ill, hon hevur eisni sagt at hon er so góð við okkum og elskar okkum av øllum sínum hjarta osv.
Tað er mamman hjá babba sum sigur alt hetta.
Mamma sigur at vit skullu snakka við ommu um tað, men tað tori eg ikki tí so føli eg at alt er mín skylt og plus tað, at hon segði at eg ikki skuldi siga tað. Men babba sigur nei tað nyttar einki osv.
So hevur hon sagt at hon kanska fer at snakka við onkran psykolog osv.
Eg eiti eftur ommu míni, men hon er nógv betur við beiggja mín, tí at hon heldur at mamma var so hørð ímóti honum osv, men mamma hevur LOVA at tað ikki passar, plus tað at mamma var altíð heima, tí babba er tónleikari, so hann var ofta úti til kocertir osv
So hevur omma sagt, at hvis fastur mín ikki hevði verið har tá ið beiggji mín var lítil, so hevði hann ikki havt tað gott. Men fastur mín var aldrin inni, plus tað at beiggji mín hevði eisni okkurt sovorið við at hann kundi flippa út og blíva púra hysteriskur, so hann var nokk so ringur at stýra.
Tað er so mega nógv at fortelja, at eg orki ikki at skriva alt. Annars havi eg eisni ein hálv beiggja, men hann er í einari aðrari familju nú, men har var tað eisni omma sum skuldi blanda seg uppí. Pápi mín er pápi hansara, og mamman hjá honum er deyð, eg orki ikki at skriva alt um hettar tí tað tekur so MEGA leingi at forklára, tað er ein lang søga …
Hvat skulu vit gera?
Skulu vit snakka við ommu?
Ella fara til ein psykolog?
Eg tori ikki at ringja til tykkum, tori ikki at snakka, men tað burdi eg ?

Hey tú
Tað er vist nokk eingin ivi í at tú hevur eitt stórt problem. Men eg má siga, at tú dugir virkuliga væl at greiða frá tínari støðu, sum ikki er nøkur løtt støða at vera í.
Men tú spyrt til allar síðst um tú skal fara at tosa við ommu tína, ja tað hevði eg gjørt. Tað er líka sum um at hon er tann “reyði tráðurin” gjøgnum alt brævið hjá tær og eisini gjøgnum alt tað sum er hent í lívinum hjá tær, mammu tíni og pápa tínum. Omma tín er tann sum hevur sagt frá tá hon hevur hildið at tingini ikki eru gingin rætt fyri seg og hon er tann, sum tit hava størst trupulleikar við. Eg kundi hugsa mær at tað hevði verið gott fyri tykkum øll – teg, mammu, pápa og ommu tína – at tit fingu tosa saman og sagt tykkara hugsa um tingini. Tað kann vera ringt, tað kann vera at onkur verður illur, fer at skelda og verður keddur, men tað ger einki. Tá man hevur trupulleikar tekur tað sína tí at loysa trupulleikarnar og tað kann vera hart. Men hugsa tær, at hvis tit nú fingu tosa út um alt tað sum er hent gjøgnum lívið, alt tað sum bara er blivið ósagt og sum øll bara hava tosa í loyndum um? Hvussu ljóðar tann tankin, er tað nakað sum tú kundi hugsa tær hendi?
Eg veit væl at omma tín hevur sagt at tú ikki skal siga tingini víðari og at pápi tí hevur sagt nei til at tosa við ommu tína. Men hvis tú vil tosa við ommu tína so ger tað og sig so við hana, at tað er týdningarmikið fyri teg at fáa tosa við hana, tí tað er so nógv tú kundi hugsa tær at sagt við hana. Og minnst so til at tá man skal tosa eitt sovorið álvarsprát, so nyttar einki at leggja út við at siga: “eg hati teg…..bla bla bla”, men kanska “at tað er nakað sum tú er kedd av og sum tú gjarna vil tosa við hana um osv”.

Hopi at svari hevur hjálpt tær á veg og ring endiliga til okkum aftaná summarfrítíðina, ella chatta um tú hevurmøguleika fyri tí.

Góða eydnu við øllum.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…