Search
Close this search box.
Hey eg drekki 2 sodavatnir um dagin er tað skaðiligt ?

Hey mj!
Tú upplýsir ikki, hvussu stórar nøgdir av sodavatni, ið tú drekkur, men at talan er um 2 sodavatnir. Óansæð um tú drekkur 2 fløskur á 0,5 litur ella 2 stórar fløskur á 1,5 litur, er tað ein stór mongd. Tað verður mælt til bert at drekka sodavatn viðhvørt og at síggja tað sum góðgæti. Kanningar vísa, at tey sum drekka nógv sodavatn, drekka ov lítið av vatni og mjólk, sum verður mett at vera heilsugóð og neyðug væta. Sum tú veitst, so er sodavatn ikki neyðugur drykkur, so fyri at koma úr vananum at drekka sodavatn, kanst tú royna at drekka væl meira vatn enn tú gert nú, so at tostin eftir sodavatni minkar. Eisini verður mælt til heldur at drekka djús enn sodavatn og saft. Sodavatn fer illa við tonnunum og er tað sera umráðandi at busta tenninar væl eftir at hava drukkið sodavatn. So samanumtikið er svarið til tín spurning ja, tí tað er skaðiligt á fleiri økjum og ávirkar m.a. hugin at drekka mjólk og vatn, so at hann minkar, og tað er skaðiligt.  

Blíðar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…