Halló “ Morð “!
Góðigóða tú, ið vilt skjóta tínar skúlafelagaðar, tí at tú hatar tey so nógv, – ger tað IKKI. Tú verður ikki glaðari, men keddari, um tú velur at skjóta tey, og heldur tú innast inni at tað er tað tú vilt?
Hevur tú tað torført í skúlanum? Er tað onkur har, ið ger lívið hjá tær keðiligt? So keðiligt, at tú vilt gera av við viðkomandi? Um so er, haldi eg, at tú átti at tosa við heilsusystrina í skúlanum, ella við ein lærara, ið tú hevur gott samband við.
Vit hava øll rættin til eitt gott lív. Tú skalt ikki finna teg í, at onnur ikki virða tín rætt til at hava tað gott. Men loysnin er ikki at skjóta tey. Tað er heldur ikki gott at hata tey, tí at haturin kemur at ávirka teg sjálvan uppá ein keðiligan máta, tí tað í staðin kann gera teg sjálvan keddan. Royn heldur at fáa tey at halda uppat við at vera keðilig ímóti tær, um tað er tað sum er trupulleikin. Tosa við ein vaksnan og so kunnu tit øll í felag royna at loysa trupulleikan. Fortel hvussu tú hevur tað, hví tú hevur tað so og hvat tú hevur hug at gera.
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin