Hey tú við dulnevninum Møtrikkur og vinir!
Hatta við tínum ynski um at kalla son tín Møtrik, um tú fært ein son er áhugavert, tí tað eru nemliga ikki øll foreldur, ið kunnu geva børnum sínum tað navnið, ið tey ynskja. Fyri at fáa greiðu á tí, skalt tú venda tær til Fróðskaparsetrið (Føroyamálsdeildina) og tosa við tey. Tey viðgera umsóknirnar, sum fólk senda inn við ynskjum.
Síðan til tín trupulleika við at fáa vinir, og at tú hevur vent tær til okkara fyrr, men tað hjálpti tær ikki, tí tú hevur ikki møguleika at gera tað, sum ráðgevin bað teg royna. Kanska hevði verið gott hjá tær at kjatta við ein ráðgeva, tí tað kann vera ringt at svara einum sovorðnum brævi. Í Føroyum er einki kjattforum fyri ung, ið kenna seg einsamøll, og tað eru vit kedd um. Tað eru nógv ung í Føroyum, ið kenna seg einsamøll og hava trupult við at fáa vinir. Onnur halda, at tað kann ikki vera so ringt, um man bara teknar seg til onkur ítriv ella ítrótt, men tað er lættari sagt enn gjørt, tá tað ofta er smædni, ið forðar fyri at seta seg í samband við onnur og tora at tosa. Men tað er vón fyri at fáa tað betri við tínum smædni. Kanska kanst tú tosa við heilsufrøðingin í tínum skúla, so at tit kunnu finna út av, hvat tað er, sum ger, at tú ert so smæðin, og so kann hon hjálpa tær at gera onkrar broytingar í tínum gerandisdegi. Vit á barnabati.fo kundu hugsað okkum at havt eitt kjattforum fyri ung, men sum okkara skipan er nú, ber hetta ikki til. Men vit hugsa um at gera nakað munagott fyri júst henda bólkin, og tað fara vit at kunngera, tá vit eru komin longri við tí. Annars er ein góð donsk heimasíða www.ventilen.dk, ið er ætlað ungum, ið hava trupult við at fáa vinir. Kanska kanst tú lesa okkurt gott tilfar har. Til seinasta spurningin hjá tær vil eg siga, at tað eru fá, ið ringja til okkara ráðgeving í mun til hvussu nógv senda teldubrøv og kjatta, men tað eru nøkur, ið dáma betur at tosa enn at skriva. Tú ert altíð vælkomin at kjatta ella skriva aftur, um tú hevur brúk fyri tí.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin