Hey mumitrøllið!
Takk fyri brævið! Sjálvandi ert tú blivin bæði skelkað og sárað, eftir at drongurin, ið tú hevur verið so tætt saman við seinastu mánaðirnar, knapplig gerst kaldur og fer beint í føvningin hjá eini aðrari gentu, tá hann gav tær eina heilt aðra grund fyri, at hann vildi steðga kynsliga sambandið við teg. Tá ein blívur vrakaður, sum tú ert blivin, fær ein ofta ein tørv at søkja uppmerksemi frá øðrum beinanvegin, sum eitt plástur uppá sárið. Tá vil eg siga, at tað er betri at sleikja síni sár í eina tíð, sjálvt um tað er sera pínufult. Tað er í lagi at vera kedd um tað og steðga eitt sindur á og hugsa. Tú hevur ikki gott av at fara í parlag saman við tí fyrsta, ið tú møtir á leiðini, men tað kann kennast gott ella sum ein troyst at ein verður beundraður og fær at vita, at ein er deiligur at vera saman við. Tú ert rættiliga ung enn, og tú ert enn undir kynsliga lágaldurin t.v.s at tað er revsivert fyri ein, sum er 15 ár ella eldri at hava kynsligt samband við teg. Hetta er galdandi fyri øll børn undir 15 ár og er sett til at verja børn ímóti kynsligum sambandi við vaksin. Tú spyrt, um tú skalt droppa drongin, sum tú ert blivin svikin av. Ja, tú hevur einki annað val. Hann hevur droppað teg, og tú kanst kanska fyri at fáa tað betri og koma frá honum við virðing, senda honum eitt teldubræv ella onkusvegna siga honum, hvat tú hugsar um tað, sum er hent, so at hann veit, hvussu tú hevur tað og kanska kann læra nakað av tí, sum er hent. Tað kann eisini geva tær eina góða kenslu av, at tú hevur fingið sagt tað til rætta viðkomandi. Tað er ikki altíð at fólk vita av, hvussu illa, ið onnur fólk verða sárað av teimum, og tá er gott, at tey fáa tað at vita. Tað vildi verið gott, um tú bara kanst njóta øll tey fittu smílini og eygnabráini, ið tú nú komandi tíðarnar fert at fáa frá øðrum dreingjum. Hugsa bara, at tú vilt brúka tíð saman við teimum, sum geva tær nakað gott og lat restina bara fara framvið.
Ansa væl eftir tær sjálvari!
Tú & Eg Ráðgevingin