Search
Close this search box.
Hey eg eri so myrkarødd, at eg onki tori, tá ið tað er myrkt,  og eg tendri  ljósið í øllum húsinum, tá ið eg eri einsamøll inni ! Hvat skal eg gera fyri ikki at vera bangin ?  

Hey myrkarædda!
Takk fyri brævið! Tað er ein sera óbehagilig kensla at ganga við, tá ein er bangin fyri myrkri. Tað kann eisini kennast, sum um ein er løgin, tí ein kennir seg so einsamallan við trupulleikanum. Tað eru nógv folk, sum eru í tínari støðu, og tað eru nógvar orsakir til, at fólk eru bangin fyri myrkri, og tað er ymiskt, hvussu bangilsið er byrjað og hví tað hevur sett seg so fast. Tað er gott , at tú ynskir at gera nakað við tað, tí tað er jú so ópraktiskt og avmarkar, hvat tú kanst gera, tá tað er myrkt.   

Tú veitst jú , at har er ikki annað enn tað sama,  sum tá ljóst er, soleiðis er tað onki at ræðast. Eg veit ikki, um tað er nakað, sum hevur ført við sær, at tú ert blivin so bangin fyri myrkrinum. Tíbetur eru ymiskar venjingar, og tú kanst royna hesar venjingarnar, sum kunnu hjálpa tær. Summi brúka serliga avslappandi tónleik saman við venjingunum.  Tú kanst spakuliga læra teg ikki at tora myrkrið við t.d. at fara eftir onkrum inni i einum myrkum rúmi og gera hettar fleiri ferðir, til tú einki leggur i tað.   So kunnu tað vera fleiri myrk rúm, sum tú gongur igjøgnum , tí tú skalt gera okkurt.  

Tilvenjingin skal vera yvir longri tíð og í fyrstuni er best , at onkur í familiuni ella eitt vinfólk er hjá tær. Inni hjá tykkum veitst tú, at einki óvæntað er, um tað er myrkt og stongt, so tú kanst kenna teg trygga. Seinni kanst tú venja teg við at ganga úti í myrkri, har tað er trygt at ganga,  fyrst saman við einum vinfólki, seinni eisini einsumøll. Tíni foreldur vita helst væl um tín trupuleika, so gott er, um tey vilja stuðla tær og vera tolin saman við tær. Um tað ikki hjálpir nóg væl at venja sjálv, so kanst tu fáa eitt av tínum foreldrum við til læknan, sum so kann vísa tær til sálarfrøðing ella annan viðgera, sum kann hjálpa tær. Hav gott mót, tí tað ber til at vinna á trupuleikanum.   

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…